3129.16 - Orka og inniklima


Skeiðsnummar
3129.16
Heiti
Orka og inniklima
ECTS
5
Fortreytir
Mekanikkur, Støddfrøði 1
Endamál
At geva tí lesandi grundleggjandi vitan um orkunýtslu í bygningum við atlit til inniklima, veðurlag, klimaskerms uppbygging og tekniskar installatiónir, so sum hitaverks, sanitets og ventilatións anlegg v.m.
Innihald
Á skeiðinum verður undirvíst í grundleggjandi ástøði innan orku nýtslu í bygningum við atliti til rúm upphiting, útrokning av ymiskum sløgum av hita tapi, og útrokning av el-orkunýtslu til ymiskar installatiónir og ljós í bygningum. Komið verður eisini inn á krøv til termiskt inniklima og luftgóðsku. Á skeiðinum verður eisini hugt uppá uppbygging og funktión av vanligum klimaskerms komponentum og installatiónum, eins og orkukarmurin fyri ymiskar bygningar, sambært nýggju byggireglugerðini, verður gjøgnumgingið.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávu rokning
Læruúrtøka
Eftir at hava tikið skeiði, kann væntast at tann lesandi kann: - Greiða frá funktión og uppbygging av klimaskermskonstruktiónum og simplum installatiónum innan hitaverk, ventilatión og ljós í bygningum. - Gera hitatap útrokningar fyri bygningar. - Útgreina pláss tørv til vanligar bygnings installatiónir. - Greiða frá krøvunum til orkunýtslu í byggireglugerðini. - Greiða frá háttaløgum til gerð av orku útrokningum fyri bygningar. - Útgreina tørvin til upphiting og ventilatión út frá lógarkrøvum fyri termiskt inniklima og luftgóðsku. - Gera metingar fyri El-orkunýtslu til pumpur og ventilatorar. - Gera heildarmetingar viðvíkjandi umhvørvisárini fyri bygningar. - Gera flukt tekniskar útrokningar fyri klimakesrms konstruktiónir.
Próvtøkuháttur
4 tíma skriftlig próvtøka. Loyvt er at taka skeiðstilfarið við til próvtøkuna. Uppgávur skulu vera góðtiknar (staðið/ikki staði) fyri at standa skeiði.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Energi og indeklima, Forelæsningsnotat, 11141 Energi og indeklima – DTU Byg 2014
Ábyrgd
Bárður Arnsteinsson Niclasen