3133.17 - Orkukarmur hjá bygningum


Skeiðsnummar
3133.17
Heiti
Orkukarmur hjá bygningum
ECTS
5
Fortreytir
Mekanikkur, Støddfrøði 1, Orka og Inniklima
Endamál
At geva tí lesandi: førleikar innan útrokning og skjalprógvan av orkukarmum hjá bygningum; grundleggjandi vitan um Føroyiska og Danska bygningskunngerðir við serligum fokus á orkunýtslu og installatiónir.
Innihald
Á skeiðinum verður undirvíst í orku og inniklima í verkið. Við nýtslu av forritinum Be15, skulu orkukarmar á bygningum skjalprógvast. Førleikar verða eftirmettir við eini skeiðsverkætlan, har tey lesandi skula skjalfesta orkukarmin á einum veruligum bygningi. Verkætlanin leggur upp til, at tey lesandi greina hvørjir møguleikar eru fyri at minka um orkunýtsluna í einum bygningi, soleiðis at Føroyska byggikunngerðin verður hildin. Eisini skal metast um hvønn týdning ymisku loysnirnar kunna hava fyri onnur viðurskifti so sum arkitektur, inniklima, brúkarar, fíggjarviðurskifti, v.m. Evnið ið komið verður inn á eru: tekniskar tekningar, greining og optimering, BR-krøv,FBR-krøv, tvørfaklig og verklig fatan, orkutørvur og orkuramma hjá bygningum, klimaskermur, mekanisk og natúrlig ventilatión, upphitan og køling, ljósviðurskifti, brúksvatnsskipanir.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og verkætlan.
Læruúrtøka
Tá næmingurin hevur staðið skeiðið, kann væntast at viðkomandi kann: (1) tíða og umseta verðuligar tekniskar byggnings tegningar, (2) menna og skjalfesta orkurammu hjá bygningum við at nýta forritið Be15, (3) sjálvstøðugt koma framm til fakligar rættar niðurstøður via. fakligum analysum, (4) umseta niðurstøður til professionella rágiving, (5) virka tvørfakligt í vinnuni saman við arkitektum, verkfrøðingum og entreprenørum (6) og kenna øll lógarkrøv innan orku í Føroyska og Donsku byggilóg.
Próvtøkuháttur
Verkætlan
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Energi og indeklima, Forelæsningsnotat, 11141 Energi og indeklima – DTU Byg 2014 Bygningers energibehov, SBi-anvisning 213 - Aalborg Universitet 2016 Beregning af bygningens varmetab, DS 418 - Dansk Standard København 2011
Ábyrgd
Bárður Arnsteinsson Niclasen