3139.18 - Minni verkætlan í orkuverkfrøði


Skeiðsnummar
3139.18
Heiti
Minni verkætlan í orkuverkfrøði
ECTS
5
Fortreytir
Tvey ára lestur innan orkuverkfrøði
Endamál
At lata studentin gera eina minni verkætlan, sum gevur kunnleika til eitt viðkomandi øki við atliti at orkuverkfrøði. Hesaferð (2018) er evnið bustuleysir javnstreymsmotorar.
Innihald
Studenturin skal: - seta seg inn í virkisháttin á bustuleysum javnstreymsmotorum (BLDC) - seta seg inn í virkisháttin á stýringseindini til ein BLDC, herundir hálvleiðarar og programm - byggja eina lidna eind, sum kann stýra einum BLDC - royndarkoyra eindina - skriva eina rapport um arbeiðið.
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur við nakað av vegleiðing
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal tann lesandi duga at: - arbeiða sjálvstøðugt og í bólki við minni verkætlan - klára at veita nøktandi svar innan styttri tíðarskeið - brúka ástøði innan orkuverkfrøði í verki innan tilskilað evni - sjálvstøðugt konstruera forrit og el-lutir - gera mátingar og testa forrit og el-lutir - skriva samanhangandi og vælskipaða frágreiðing
Próvtøkuháttur
Verkætlan
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tilfar frá undanfarnum skeiðum og nakað av stuðlandi tilfari
Ábyrgd
Benadikt Joensen