3140.18 - Jarðhiti og hitapumpur


Skeiðsnummar
3140.18
Heiti
Jarðhiti og hitapumpur
ECTS
5
Fortreytir
Ynskiligt at tann lesandi hevur tikið skeiðini: Termodynamik, Orka og inniklima
Endamál
At gera studentin føran fyri at lýsa og kritiskt meta um jarðhita og framleiðslutøkni hesum viðvíkjandi
Innihald
Jarðhiti og orkuframleiðsla frá jarðhitaboringum í Føroyum er lutfallsliga nýggj “vinnugrein”, hóast longu útvið 300 jarðhitahol við tilhoyrandi hitaskipan ru uppsett í Føroyum seinastu XX árini. Hetta skeiðið tekur fatur í týðandi partarnar av tílíkari framleiðslu, líka frá einari grundleggjandi forstáilsi av jarðfrøðiligum viðurskiftum í Føroyum og øðrum økjum ið framleiða orku frá jarðhita. Tøkniligi parturin av eini jarðhitapumpuskipan er eins týðandi partur, og verður hetta lýst við bæði alisfrøðiligum og støddfrøðiligum ástøðum. Førleikin at modellerað og planleggja smærri og stórri jarðhitaskipanir í Føroyum er eisini týðandi partur, og verður hetta verður gjørt við at nýta vinnuliga og framkomma forritið Earth Energy Designer (EED).
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, smærri uppgávuarbeiði, sjálvlestur, vitjan á granskingarstovnum (Jarðfeingi og Umhvørvisstovan) og hjá ráðgevandi verkfrøðifyritøkum
Læruúrtøka
Studenturin hevur við lokið skeið hesar førleikar: - Lýsa allar týðandi táttir við einari jarðhitaskipan, líka frá jarðfrøði til tøkniliga partin og viðgerð av dátum - Lýsa jarðfrøðilig viðurskifti í Føroyum ið hava týdning fyri eina jarðhitaboring - Greiða frá týðandi ástøði handan jarðhita/Geothermal energy, so sum Fouries lóg, hitaleiðingsevni, hitagoymsluevni v.m. - Støddfrøðiliga lýsa hitajavnvág í undirgrundini við einari jarðhitaborðing - Kann menna og nýta einføld modell í Excel til at lýsa hitaviðurskifti í undirgrundini, ið hava áhuga í samband við eina jarðhitaborðing - Nýta og implementera dátur frá jarðhitaskipanum í modelerringsforritið EED - Kritiskt meta um dimensionering av jarðhitaskipanum, so sum boridýbt, stødd av hitapumpu við EED forritinum
Próvtøkuháttur
- Studenturin skrivar eina próvtøkuverkætlan ið verður dømd uttanhýsis
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lærubók: An Introduction to Thermogeology. Ground Source Heating and Cooling, 2nd Edition. http://onlinelibrary.wiley.com/book/10.1002/9781118447512 egið- og annað undirvísingar tilfar
Ábyrgd
Uni Egholm Árting