3141.18 - Stigvaksandi innovatión


Skeiðsnummar
3141.18
Heiti
Stigvaksandi innovatión
ECTS
2,5
Fortreytir
Ongar
Endamál
At geva studentinum grundleggjandi skil fyri innovatión og menning av innovativum tilgongdum. At geva studentinum amboð til at menna vørur og tænastur grundaðar á hugskot og kanningararbeiði.
Innihald
- Innovatión - Hugskot og hugskotsmenning - Vøru- og tænastumenning grunda á hugskot og kanningararbeiði - Verkætlanarráðlegging, -menning og -leiðsla - Menning av modellum og prototypum - Toymisførleikar, -samanseting og -menning - Grundleggjandi kvalitativt kanningararbeiði - Verkætlanararbeiði við denti á stigvaksandi innovatión innan eitt øki, sum studentabólkurin sjálvur velur
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði og verkætlan
Læruúrtøka
Tá studenturin hevur staðið skeiðið, skal hann kunna: - Greiða frá grundleggjandi hugtøkum innan innovatión - Nýta modell og amboð til at menna vørur og tænastur - Ráðleggja menning av vørum og tænastum - Menna og evna modell og prototypu úr hóskandi tilfarið - Greiða frá eginleikavangamyndini hjá sær sjálvum og øðrum toymisluttakarum - Nýta eginleikavangamyndir hjá toymisluttakarum í samband við verkætlanararbeiði - Gera kvalitativt kanningararbeiði í samband við hugskotsmenning
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka á 30 minuttir, har verkætlanin verður løgd fram og vard hvør sær.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Heureka en teori og værktøjsbog on innovation, 3. udgave, K. Frandsen & B. R. Østergaard, Ny teknisk Forlag. Metode og Projektskrivning- en introduktion, 2. udgave, T. Harboe, Samfunds Litteratur. Annað tilfar.
Ábyrgd
Bogi Bech Jensen