3162.20 - Bygningsinstallatiónir


Skeiðsnummar
3162.20
Heiti
Bygningsinstallatiónir
ECTS
7,5
Fortreytir
Orka í bygningum
Endamál
Skeiðið er ætlað at geva førleika til at áseta hita- og ventilatiónsskipanir í bygningum við atliti til inniklima, orkunýtslu, livitíð og framtíðar orkuveiting frá varandi orkukeldum. Tá skeiðið er staðið hevur tú førleika til at gera einfaldar hitaskipanir og mekaniskar ventilatiónsskipanir. Tú dugir at rokna uppá støddir av radiatorum, rørum og pumpum í hitaskipanum. Í ventilatiónsskipanum dugir tú at áseta neyðuga luftskiftið, ið skal til fyri at lúka lógarkrøv og hava gott termiskt inniklima og góða luft. Í mekaniskum ventilatiónsskipanum dugir tú at áseta hvørji armatur kunnu nýtast umframt at áseta støddina av ventilatiónskanalum og velja eitt hóskandi ventilatiónsanlegg.
Innihald
Skeiðið fevnir um uppbyggingina av hitaskipanum og mekaniskum ventilatiónsskipanum, og hvussu tær virka. Umframt hetta umfatar skeiðið eisini um neyðugu vitanina um hydraulik fyri at skilja streymar í rørum og kanalum. Greiningin av hitaskipanum hevur serliga atlit at: • Staðfestingum av ratiatormátti og vali av radiatorum • Upbygging og stødd av veitingarrørum • Uppbygging og stødd av gólvhitaskipanum • Val av pumpum og teirra orkunýtslu • Sambandið millum orkuveitingina og hitaskipanina Greiningin av ventilatiónsskipanini hever serlig atlit at: • Tørvin á ventilatión • At rokna hvør hiti kemur innan úr rúminum og uttaneftir • Viðgerð av luft (broyting av hita og vatninnihaldi), IX Diagramm • Ventilatiónsprinsipp, Fast luftskifti (CAV) og broytiligit luftskifti (VAV), Luftstreymar í rúmum • Uppbygging av innblásing-ar og útsúgvingararmaturum • Stødd av luftkanalum: fall í trýsti, ljóðdoyving, spjell, takhetta • Val av ventilatiónseind og • Virkni av hitaendurvinning • Orkunýtsla í vindtyrili • Innleiðsla til nýtslu av simuleringsmyndlum til at rokna uppá luftskifti og inniklima Á skeiðnum koma vit at arbeiða við prosjektum, har hita- og ventilatiónsskipanir verða dimensioneraði til ein bygning.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, fjarundirvísing, venjingar, bólkaarbeiði og verkætlan
Læruúrtøka
Ein lesandi, ið hevur rokkið øllum læringsmálunum á skeiðinum vil duga at: 1. Greina bygnaðin og eindirnar av ventilatións- og hitaskipanum. 2. Skapa radiator- og gólvhitaskipanir ið nøkta tekniskum krøvum og virka eftir ætlan 3. Lýsa nýtsluna av einum I-X-diagrammi (Mollier-diagrammi) 4. Áseta ventilatiónstørvin, so lógarkrøv og inniklimakrøv vera rokkin 5. Áseta fysiska og funktionellu krøvini til mekaniska ventilatiónsskipan og velja armatur til innblásing og útsúgving 6. Rokna uppá ljóð í installatiónum 7. Velja eina nøktandi skipan til mekaniska ventilatión, í samsvari við orkukrøvini í Landsbyggireglugerðini 8. Greina prinsippini fyri, hvussu hita- og kølilast verða roknaði 9. Meta, um krøvini í Landsbyggireglugerðini um orkunýtslu av installatiónum eru hildin 10. Greina sambandið millum orkutørvin í einum bygningi og orkuveiting.
Próvtøkuháttur
Skriftlig próvtøka á 3 tímar, alt tilfar loyvt men einki internet
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Notir
Ábyrgd
Bárður Arnsteinsson Niclasen