3104.18 - Varandi orka


Skeiðsnummar
3104.18
Heiti
Varandi orka
ECTS
7,5
Fortreytir
Kunnleiki til grundleggjandi mekanikk og streymrásfrøði.
Endamál
At gera studentin føran fyri at skilja, hvussu orka kann verða framleidd úr varandi orkukeldum.
Innihald
Høvuðsdenturin á skeiðinum er orkuframleiðsla úr varandi orkukeldum. Har tað er møguligt, tekur undirvísingin støðið í føroyskum viðurskiftum. Skeiðið spennir yvir orkuframleiðslu úr vindi, sól, vatni, aldu og sjóvarfallið, og høvuðs hættirnir at framleiða el ella hita úr teimum. Viðvíkjandi elframleiðslu verður hugt at avbjóðingunum við at nýta óstøðugu framleiðsluna frá varandi orkukeldum á elnetinum, umframt goymsluhættir sum vatnpumpuskipan og battaríðir. Læringin verður stuðlað við greinan av mátingum frá varandi orkukeldum og á framleiðsluevnini hjá ávísum orkuskipanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, uppgávurokning, starvsstovuvenjingar, verkætlanarleidd undirvísing og útferðir
Læruúrtøka
Tá næmingurin hevur staðið skeiðið, skal hann kunna: - Greiða frá grundarlagnum undir varandi orku renslinum - Greiða frá hvussu orka kann útvinnast frá ymiskum varandi orkukeldum - Greiða frá virknaði og endamálið hjá vanligum varandi orku skipanum - Greina viðkomandi mátingar í Excel - Gera starvsstovu mátingar av smærri orkuskipanum - Meta um orkunøgd frá vindmyllum, sólarorkuskipanum og vatnorkuverkum alt eftir veðrinum - Greiða frá kanningarúrslitum á ein nágreiniligan og greiðan hátt - Arbeiða gagnligt og vælskikkað sum partur av einum bólki
Próvtøkuháttur
Próvtal verður grundað á eina samlaða meting av innlatingum/verkætlan og skrivligari próvtøku.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Volker Quaschning , Understanding Renewable Energy Systems , Second Edition, 2016 umframt útflýggja tilfar.
Ábyrgd
Hans-Georg Bayer