3117.18 - Innleiðandi elfrøði


Skeiðsnummar
3117.18
Heiti
Innleiðandi elfrøði
ECTS
5
Fortreytir
Góðar førleikar at rokna við kompleksum tølum (kann takast samstundis sum Støddfrøði 1). Miðnámsskúlaprógv við støddfrøði á A-stigi, alisfrøði á B-stigi og evnafrøði á C-stigi.
Endamál
At gera studentin føran fyri at skilja innleiðandi elfrøði, herundir elektriskar rásir, elorku og signalviðgerð.
Innihald
Kirchoffs lógir og systematisk viðgerð av streymrásum. Thevenin, Norton og superpositión. Mótstøður. Kondensatorar, induktansar, spenningskeldur og streymkeldur. Diodur. Tíðsvarierandi spenningar og streymar. Stationerir spenningar og streymar. Fasorar og kompleks rokning. 3-fasaðar skipanir. Frekvens-karakteristikkir.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, uppgávurokning, starvsstovuvenjingar og verkætlanarleidd undirvísing.
Læruúrtøka
Tá næmingurin hevur staðið skeiðið, skal hann kunna: - Definera spenning, streym og effekt. Lýsa heftar og óheftar spennings- og streymkeldur. - Lýsa og brúka grundleggjandi streymráslógir. - Analýsera seriu-, parallel- og blandaðar rásir við mótstøðum. Rokna við spennings- og streymbýting - Brúka superposition og lógirnar hjá Thevenin og Norton. - Lýsa sambandið millum streym og spenning í L- og C-rásum. Rokna uppá RC- og RL-rásir. - Rokna stationeru DC-loysnina í rásum við R, L og C. - Rokna stationeru AC-loysnina í rásum við R, L og C, herundir seriu- og parallellbindingar. Brúka fasorar og kompleks tøl. - Rokna uppá 3-fasaðar rásir. - Lýsa diodumodell: tað idella modellið og stykkjavís linjurøtt model. - Lýsa einsrættaraskipanir og duga lutfallið millum AC- og DC-streym.
Próvtøkuháttur
- Skrivligar verkætlanir við munnligari framløgu - Skrivlig próvtøka eftir lokið skeið
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Allan R. Hambley: Electrical Engineering, Principles and Applications; 6th edition
Ábyrgd
Benadikt Joensen