3118.17 - Dálking frá elframleiðslu


Skeiðsnummar
3118.17
Heiti
Dálking frá elframleiðslu
ECTS
7,5
Fortreytir
Støddfrøði 1 og Almenn og Ólívrunnin evnafrøði
Endamál
At gera studentin føran fyri at meta kritiskt um umhvørvisárin frá orkuframleiðslu.
Innihald
Endamálið við hesum skeiði er, at lýsa dálking í samband við orkuframleiðslu. Skilmarking av dálking. Eiturevnafrøði (en. Toxicology). Dømi um, hvussu dálking ávirkar menniskju og hagfrøðiliga býtið av ávirkanini (luft-, ljós- og ljóðdálking). Veðurlagsbroytingar. Árin av fossilum brennievnum á globala og meira lokala veðurlagið. Lógarásetingar um luftgóðsku – ES standardar fyri luftgóðsku, MARPOL (havdálking). Dálking av at brenna fossil brennievni (høvuðsdentur verður lagdur á PM2,5, SOx, og NOx). Massabalansuútrokningar av luftdálking og dømi upp á útblástursreinsing – katalytiskur formbroyti við Urea, “scrubbers” og elektriskum filtri. Eftirmeting av teldugjørdum modellum fyri simulatión av luftdálking (Gaussisk spjaðing og vindmodell) OML, ConcX, Calpuff, Airquisit. Eftirmeting av lívsringrás hjá vindmylnum (Visuell ljósblaktran og ljóð)
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, sjálvlestur og verkætlanarleidd undirvísing.
Læruúrtøka
Tá næmingurin hevur staðið skeiðið, skal hann kunna: - Kanna umhvørvisligar árinsmetingar av orkuframleiðslu. - Kenna aftur hagfrøðilig amboð at nýta í eiturevnafrøðiligum metingum. - Lýsa ávirkanina av høvuðsdálkingarevnunum frá orkuframleiðslu. - Kritiskt meta um vísindaligar greinar um dálking frá ymsum orkuframleiðslukeldum. - Útroknað massabalansu frá dálkingarevnum, ið stava frá ymsum orkuframleiðsluháttum. - Eftirmeta dálkingarevni frá massabalansum móti ES leiðreglum og MARPOL reglunum. - Útroknað lívsringrásmeting av maskinum, ið verða nýttar til orkuframleiðslu. - Lýsa høvuðspartarnar og prosessirnar í veðurlagsskipanini. - Kenna aftur ávirkanina á veðurlagið sum orkuframleiðsla frá fossilum brennievni hevur við sær.
Próvtøkuháttur
- Studenturin skrivar eina vísindaliga grein um dálking frá elframleiðslu. - Ein fýra tímar skrivlig próvtøka um veðurlagsbroytingar.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lærubók: Veðurlagsbroytingar, ISBN: 9789991820996, Bogi Hansen, 2011. IPCC-2013 WG1-SPM frágreiðing. Vísindaligar greinar og framløgur, ES direktiv, MARPOL sáttmálin, egið og annað undirvísingartilfar.
Ábyrgd
Uni Egholm Árting