3128.18 - Termodynamikkur


Skeiðsnummar
3128.18
Heiti
Termodynamikkur
ECTS
5
Fortreytir
Mekanikkur og Støddfrøði 1
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva tí lesandi vitan um tær grundleggjandi lógir og háttaløg ið verða brúkt í termodynamikkini, so tey lesandi verða før fyri at loysa termodynamiskar trupulleikar fyri baði einstakar komponentar og skipanir.
Innihald
Termodynamiskar standir og parametrar. Hiti og arbeiði. Fyrsta lóg í termodynamikkini fyri afturlatnar og opnar skipanir. Orku javnvág hjá opnum og afturlatnum skipanum. Entalpi, stand-líkningar (idealgas v.m.) og serevnisvarmi. Onnur lóg í termodynamikkini, ringrásir av prosessum, vendandi og einvegis prosessir. Entropi T-s/P-v/P-h diagramm, isentropiskar prosessir, tekniskt arbeiði, isentropiskur effektivitetur og Carnot prosessin. Fasu diagramm, fasu skifti, prosess-ringrásirir við fasubroyting. Hitaleiðing gjøgnum evni ella sum hitageisling. Innleiðsla til turbinir, stempul motorar, pumpur, kompressarar, hitavekslarar, hita/arbeiðs motorar og damp orku skipanir.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og sjálvlestur
Læruúrtøka
Ein studentur, sum hevur fullført skeiðið, skal kunna: - Greina og greiða frá grundleggjandi lógunum í termodynamikkini - Greina støður og prosessir við termodynaksikum parametrum - Greiða frá vanligu orku formunum - Brúka varðveitslusetningar fyri evnisnøgd og orku - Brúka ymiskar modell, lýst við líkningum, tabellum ella diagrammum - Rokna umbýtið millum hitabroytingar og arbeiði hjá eini skipan - Greiða frá endamálið og virkishátti hjá mest vanligu termodynamisku maskinunum og skipanunum - Einfalda samansettar gongdir so gjørligt er at gera termodynamiskar útrokningar fyri komponentar og skipanir - Finna sereyðkennir hjá eini skipan sum t.d. virkni
Próvtøkuháttur
4 tíma skriftlig próvtøka við vanligum hjálpitólum og tilfarið. Próvtalið er grunda 20% á innlatingar og 80% á próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
University Physics with Modern Physics, by Hugh D.Young, Roger A. Freedman and A. Lewis Ford. 13 Ed. Pearson. (Ch. 17-20) Bækkel Larsen, J., Christensen, P., & Elmegaard, B. (2017). Maskinteknisk Termodynamik: Grundlæggende - teori og praksisnær anvendelse. (1 udg.) Ballerup: DTU Diplom og DTU Mekanik
Ábyrgd
Bárður Arnsteinsson Niclasen