3131.17 - Elektriskar maskinur


Skeiðsnummar
3131.17
Heiti
Elektriskar maskinur
ECTS
5
Fortreytir
Lesandi skulu hava góðan kunnleika til kompleks tøl og hava staði innleiðandi skeið frá lærdum háskúla innan elektromagnetisma, elfrøði og streymrásfrøði.
Endamál
At geva studentinum grundleggjandi skil fyri elektriskum maskinum, sum verða nýttar í samfelagnum í dag. Studenturin fær innlit í elektromagnetismu og elektromekanik í samband við stationerar og roterandi maskinur.
Innihald
Útrokningar, uppbygnaður og stýring av elektriskum maskinum. Skeiðið fevnir um magnetiskar ringrásir, kreftir- og momentútrokningar frá orku og coenergy, transformatorar, per-unit tilgongdin, kortslutningsmaskinur, javnstreymsmaskinur, synkronmaskinur við permanentum magnetum og við viklaðum rotorum, innleiðandi d og q ástøði, V-kurvar, kapabilitetsdiagram og BLDC maskinur. Starvsstovu royndir við nøkrum av nevndu elektrisku maskinunum.
Læru- og undirvísingarhættir
Blended learning, fyrilestrar, bólkaarbeiði, uppgávurokning, starvsstovuvenjingar og verkætlanarleidd undirvísing.
Læruúrtøka
Tá studenturin hevur staðið skeiðið skal hann kunna: - Lýsa virkisháttin hjá elektriskum maskinum generelt. - Lýsa uppbygnaðin av elektriskum maskinum. - Greina magnetiskar rásir. - Útleiða og roknað kreftir og moment í elektriskum maskinum út frá elektromagnetiskari og mekaniskari ástøði. - Greina elektriskar maskinur í javnari støðu. - Greina elektriskar maskinur í einføldum transientum dømum. - Greina ekvivalensdiagram fyri elektriskar maskinur við brúk av per-unit tilgongdini. - Royndarkoyra og gera mátingar av elektriskum maskinum í starvsstovum. - Nýta starvstovumátingar til at finna ekvivalensdiagram virðir fyri elektriskar maskinur. - Greiða frá operatiónskarakteristikkinum fyri elektriskar maskinur. - Arbeiða gagnligt og vælskikkað sum partur av einum bólki. - Planleggja og stýra verkætlanir, har hædd verður tikið fyri avmarking í tilfeingi.
Próvtøkuháttur
- Skrivligar starvsstovu frágreiðingar. - Skrivlig roynd mitt í skeiðinum uttan hjálpartól. Skrivliga royndin er á enskum. - Munnlig próvtøka, har starvsstovu frágreiðingarnar skulu verjast og aðrar læruúrtøkur verða próvhoyrdar. - Fyri at skeiðið skal standast mugu skrivligu starvsstovu frágreiðingarnar, skrivliga royndin og munnliga próvtøkan allar standast hvør sær.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lærubók: Fitzgerald & Kingsley’s Electric Machinery, 7th Edition, Stephen D. Umans, 2014, McGraw Hill. Annað tilfar: upprit, framløgumyndir og filmsbrot
Ábyrgd
Bogi Bech Jensen