3135.17 - Innleiðandi orkuverkfrøði


Skeiðsnummar
3135.17
Heiti
Innleiðandi orkuverkfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámsskúlaprógv við: A støði í Støddfrøði, B støði í Alisfrøði og C støði í Evnafrøði
Endamál
Geva lesandi eina breiða fatan av orku viðurskiftum í Føroyum, umframt at menna grundleggjandi førleikar, ið eru tengdir at hægri lestri innan orkuverkfrøði.
Innihald
Útferðir til og vitjan av áhugaverdum virkjum, stovnum og persónum, ið virka innan orkuøkið í Føroyum. Gjøgnumgongd av grundleggjandi hugtøkum, so sum orkuformar, orkuvarðveitsla, orkutættleiki, nyttuvirðið, effekt, leiðing og strálan av hitaorku, útlát av vakstrarhúsgassi, og orkuviðurskifti í einføldum elektriskum ringrásum. Menning av almennum førleikum innan náttúruvísindi, so sum at arbeiða við neyvleika, mátifeilum, eindum, skriva frágreiðingar, gera framløgur og brúka tilvísing til keldutilfar
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, útferðir, bólkaarbeiði, framløgur, uppgávurokning, starvsstovuvenjingar, sjálvstøðug leitan eftir vitan, skrivligar frágreiðingar.
Læruúrtøka
Eftir at hava tikið hetta skeiði, kann væntast av teimum lesandi at tey: - Hava eina grundleggjandi fatan av orku spurningum - Kenna virki og stovnarnar ið virka á orkuøkinum í Føroyum - Kunna arbeiða í toymum við smærri uppgávum, so sum at skriva samandráttir, finna viðkomandi tilfar og halda framløgur - Kenna vanliga uppbygnaðin og innihald av eini tekniskari rapport - Duga at handfara máti óvissur og neyvleika - Duga at loysa einfaldar uppgávur við rokniarkið
Próvtøkuháttur
Kravdar toymis-framløgur og samandráttir, umframt sjálvstøðug skrivlig avrik, ið mugu verða góðtikin fyri at standa skeiðið
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Nógv ymiskt tilfar sí skeiðsíðu á Moodle
Ábyrgd
Bárður Arnsteinsson Niclasen