3136.17 - Elveiting 1


Skeiðsnummar
3136.17
Heiti
Elveiting 1
ECTS
5
Fortreytir
Elektromagnetisma, Elektriskar ringrásir
Endamál
At geva studentinum grundleggjandi skil fyri elveiting og mest umráðandi roknihættum, sum har verða nýttir. Studenturin fær innlit í elveiting og útgerð, sum er neyðug til at framleiða, flyta og býta elorku. Studenturin fær venjing í útrokningum í einføldum elnetum.
Innihald
- Elveitingarnetið - Trýfasað net - Kompleks effekt - Útgerð innan elveiting - Admittansmatrisan - Transformaraekvivalent, koblingar og tap - Transmissiónslinjur: seriu-, pi- og R, L, C, G-ekvivalent - Luftleiðarar - Káplar - Per-unit-hátturin - Effektflow og stýring
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning
Læruúrtøka
Tá studenturin hevur staðið skeiðið, skal hann kunna: - Kenna umráðandi samanhangir innan elveiting - Rokna elektriskar støddir í trýfasaðum netum - Nýta ekvivalent fyri elektriska útgerð - Modellera transformarar við ekvivalentum - Modellera luftleiðarar við ekvivalentum - Modellera káplar við ekvivalentum - Rokna spenningar og streymar í einføldum netum - Analysera kendar laststøður - Nýta per-unit-háttin
Próvtøkuháttur
Skrivlig 4 tíma próvtøka, øll hjálparamboð eru loyvd.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Electrical Engineering – Principles and Applications, sixth edition, A. R. Hambley. Power System Analysis & Design, fifth edition, J. D. Glover, M. S. Sarma, T. J Overbye. Annað tilfar.
Ábyrgd
Bogi Bech Jensen