3146.18 - Almenn og ólívrunnin evnafrøði fyri orkuverkfrøðistudentar


Skeiðsnummar
3146.18
Heiti
Almenn og ólívrunnin evnafrøði fyri orkuverkfrøðistudentar
ECTS
5
Fortreytir
B-stig í stødd-, alis- og evnafrøði
Endamál
At geva teimum lesandi mentalan førleika at gera evnafrøðiligar metingar í orku- og umhvørvissambondum.
Innihald
Loftevnislógir. Støkiometri. Grundleggjandi thermodynamikkur. Elektrokemi. Javnvágir. Bindingarteori. Colligativir eginleikar. Kinetikkur. Krystalgittar. Elektroniskar konfiguratiónir í atomum. Kemiskar bindingar. Evnafrøðiligir eginleikar hjá umboðandi grundevnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið kann studenturin: o nýta nomnan kunnleika um ideal- og ikki-ideal-gasslógirnar o loysa trupulleikar og uppgávur í samband við orkubroytingar i evnafrøðiligum tilgongdum o greiða nágreiniliga frá og nýta thermodynamisku lógirnar o lýsa og greiða frá skeiðbundnu skipanini og elektron-strukturinum í atomunum o lýsa týdningarmestu evnafrøðiligu eginleikarnar hjá grundevnunum í skeiðbundnu skipanini o greiða frá ymsu formunum av intra- og intermýlskum evnafrøðiligum bindingum o røða um og skilja millum ymsar krystallstrukturar o meistra útrokningar í samband við ymisk konsentratiónshugtøk o siga nágreiniliga frá um colligativar eginleikar so sum damptrýstlækking, kókipunktshækking, frystipunktslækking og osmotiskt trýst o loysa ymsar uppgávur í samband við evnafrøðiligan kinetikk og evnafrøðiliga javnvág o nágreiniliga nýta nomna speki um sýrur, basur, sýru-basu-javnvág og upploysingarjavnvág o loysa grundleggjandi elektrokemiskar uppgávur o lýsa stutt eginleikarnar hjá porphyrin í hemoglobin og cisplatin i livandi verum o greiða frá náttúrligum radioaktiviteti og tíðarfesting grundað á umgerð av radioaktivum isotopum
Próvtøkuháttur
Kravd skrivlig avrik skulu vera innlatin rættstundis, eftirmett og góðkend fyri at sleppa til próvtøku. Øll hjálparamboð eru loyvd, t. d. egin telda, telduorðabøkur, bøkur, uppgávur, notur. Áður góðtikin skrivlig avrik kunnu nýtast til endurroynd. Skrivlig 4 tíma roynd. Penn og pappír. Próvúrslit sambært galdandi próvtalsstiga. Endaligt próvtal er eitt vektað miðaltal av próvtøkukarakteri (75%) og miðalkarakteri av innlatnum uppgávum (25).
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Raymond Chang: General Chemistry The Essential Concepts 6. Edition (2011). ISBN 978-007-131368-1, pp.779 Preben Hartmann-Petersen: Almen, uorganisk og organisk kemi. 7. útgáva (1999). ISBN 87-502-0963-9, pp 396 (ljóstak verða handað)
Ábyrgd
Hóraldur Joensen