3149.19 - Jarðhiti og hitapumpur


Skeiðsnummar
3149.19
Heiti
Jarðhiti og hitapumpur
ECTS
7,5
Fortreytir
Ynskiligt at tann lesandi hevur tikið skeiðini: Termodynamik
Endamál
At gera studentin føran fyri at lýsa og kritiskt meta um hitapumpuskipanir, eitt nú jarðhita og sjóvarhita og framleiðslutøkni hesum viðvíkjandi
Innihald
Jarðhiti og orkuframleiðsla frá jarðhitaboringum í Føroyum er lutfallsliga nýggj “vinnugrein”, hóast longu útvið 300 jarðhitahol við tilhoyrandi hitaskipan eru uppsett í Føroyum seinastu 15 árini. Hetta skeiðið tekur fatur í týðandi partarnar av tílíkari framleiðslu, líka frá einari grundleggjandi forstáilsi av jarðfrøðiligum viðurskiftum í Føroyum og øðrum økjum ið framleiða orku frá jarðhita. Tøkniligi parturin av eini jarðhitapumpuskipan er eins týðandi partur, og verður hetta lýst við bæði alisfrøðiligum og støddfrøðiligum ástøðum. Hitapumpuskipanir við sjóvarhita eru somuleiðis uppsettar í Føroyum seinastu árini. Tøkniliga eru hesar líkar jarðhitanum, hóast sjálv orkukeldan er ein ørvísi. Førleikin at modellerað og planleggja smærri og stórri jarðhitaskipanir í Føroyum er eisini týðandi partur, og verður hetta verður gjørt við at nýta vinnuliga og framkomma forritið Earth Energy Designer (EED). Studenturin kemur á vitjan hjá Jarðfeingi, Umhvørvisstovuni umframt vitjað verður á bygningum við ymiskum hitapumpuskipanum í brúk. Hetta fyri at fáa eina praktiska fatan av ymsu hitapumpuskipanum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, smærri uppgávuarbeiði, sjálvlestur, vitjan á granskingarstovnum (Jarðfeingi og Umhvørvisstovan) og hjá ráðgevandi verkfrøðifyritøkum
Læruúrtøka
Studenturin hevur við lokið skeið hesar førleikar: - Lýsa allar týðandi táttir við einari jarðhitaskipan, líka frá jarðfrøði til tøkniliga partin og viðgerð av dátum - Lýsa jarðfrøðilig viðurskifti í Føroyum ið hava týdning fyri eina jarðhitaboring - Greiða frá týðandi ástøði handan jarðhita/Geothermal energy, so sum Fouries lóg, hitaleiðingsevni, hitagoymsluevni v.m. - Støddfrøðiliga lýsa hitajavnvág í undirgrundini við einari jarðhitaborðing - Kann menna og nýta einføld modell í Excel til at lýsa hitaviðurskifti í undirgrundini, ið hava áhuga í samband við eina jarðhitaborðing - Lýsa allar týðandi táttir við einari svóvhitaskipan, tøkniliga partin og viðgerð av dátum - Nýta og implementera dátur frá jarðhitaskipanum í modelerringsforritið EED - Kritiskt meta um dimensionering av jarðhitaskipanum, so sum boridýbt, stødd av hitapumpu við EED forritinum
Próvtøkuháttur
- Studenturin skrivar eina próvtøkuverkætlan ið verður dømd uttanhýsis
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lærubók: An Introduction to Thermogeology. Ground Source Heating and Cooling, 2nd Edition. http://onlinelibrary.wiley.com/book/10.1002/9781118447512 umframt annað undirvísingar tilfar
Ábyrgd
Uni Egholm Árting