Skriva út

B.Sc. í orkuvísindum og støddfrøði

Bachelor of Science in Energy and Mathematics
  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Náttúruvísindadeildin (NVD)
  • Tal á Lesandi Uml. 20
  • ECTS 180
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi vitan um og førleikar innan burðardygga orkuveiting og burðardygga orkunýtslu, umframt at geva teimum lesandi fakligan førleika at undirvísa í støddfrøði, til víðari lestur í støddfrøði og sum amboð í náttúruvísindum og tøkni.

Bygnaður

1. 
lestrarhálva

2. 
lestrarhálva

3. 
lestrarhálva

4. 
lestrarhálva

5. 
lestrarhálva

6. 
lestrarhálva

Støddfrøði 1

10 ECTS

Støddfrøði 1

10 ECTS

Thermo
dynamikkur

5 ECTS

Støddfrøði 2

5 ECTS

Orka og 
inniklima

5 ECTS

Upphiting og 
installatiónir í 
bygningum

7,5 ECTS

Mekanikkur

10 ECTS

Elektro-
magnetisma

7,5 ECTS

Innleiðandi 
elfrøði

5 ECTS

Stýriverkfrøði

5 ECTS

Vesku-
mekanikkur 
og vindorka

10 ECTS

Støddfrøði 
didaktikkur

7,5 ECTS

Innleiðandi
orkuverkfrøði

7,5 ECTS

Varandi 
orka

7,5

Evnafrøði

5 ECTS

Elektriskar 
maskinur

5 ECTS

Topologisk rúm 
og grundarlagið 
fyri støddfrøði

7,5 ECTS

Bachelor 
verkætlan

15 ECTS

Líkinda-
ástøði

5 ECTS

Hagfrøði

5 ECTS

Algebra

7,5 ECTS

Støddfrøði 
verkætlan

5 ECTS

Avansera 
analysa

7,5 ECTS

 

 

 

Diskret 
støddfrøði

7,5 ECTS

Euklidisk 
geometri

5 ECTS

 

 

 

 

 

Metrisk rúm

5 ECTS

 

 

Eitt nágreiðniligari yvirlit yvir bygnaðin finst HER.

Skipan av útbúgvingini

Lesturin er lagdur til rættis sum 3 ára fulltíðar samlestur millum orkuvísindi og hjánám í støddfrøði. Útbúgvingin endar við eini verkætlan, har tann lesandi fær høvi til at seta seg serliga væl inn í eitt evni, ið útbúgvingin fevnir um.  Endaliga verkætlanin kann gerast í samstarvið við stovnar ella feløg eftir egnum ynski, tó skal ein ávís minsta nøgd av støddfrøði og forritan innganga í verkætlanina.

 Útbúgvingin er uppbygd á henda hátt:

  • 1. lestrarár er skipað við grundskeiðum í støddfrøði, orkuverkfrøði og alisfrøði
  • 2. lestrarár er skipað við skeiðum í stødd-, alis- og evnafrøði, innleiðandi elverkfrøði umframt skeiðum frá hjánámi í støddfrøði
  • 3. lestrarár er skipað við skeiðum innan orkuverkfrøði, við bachelorverkætlan og við skeiðum frá hjánámi í støddfrøði

Innihald

Útbúgvingin gevur góðar førleikar í alis- og orkuvísindum, við atliti at m.a. burðardyggari og umhvørvisvinarligari veiting av orku. Komið verður t.d. inn á, hvussu vaksandi orkutørvurin kann nøktast, og eisini hvat gerast kann fyri at minka um orkunýtsluna. Útbúgvingin er serliga sterk innan støddfrøði og letur sostatt upp fyri øðrum møguleikum eisini.

Føroyar hava fjølbroyttar náttúrugivnar møguleikar fyri at vinna orku úr varandi orkukeldum sum t.d. vatni, vindi, sól, sjóvarfalli og aldu.  Fyri samfelag okkara er tað ein serstøk avbjóðing at samband ikki er til aðrar orkuveitarar ígjøgnum eitt felags veitingarnet. Tí er týdningarmikið at fáa eina burðadygga lokala loysn, so Føroyar í størst møguligan mun kunnu verða sjálvforsýnandi við orku.

Ynskir tú at vera við til at loysa slíkar avbjóðingar á orkuøkinum, hava møguleika at lesa víðari uttanlands, ella fáa møguleikar at undirvísa í støddfrøði á miðnámsskúlum, so er hetta møguliga júst lestrarleiðin fyri teg.

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir at undirvísingin er lokin. Í ávísum førum telja avrik fyri uppgávur, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv og við nøktandi úrsliti hevur staðið:

  • Støddfrøði á A stigi við miðaltalinum minst 8 eftir 13-talsstiganum og minst 6 eftir 7-talsstiganum
  • Alisfrøði á B stigi
  • Evnafrøði á C stigi

Ella tú hevur staðið maskinmeistaraprógv við miðaltalinum:

  • Minst 9 eftir 13-talsstiganum  
  • Minst 7 eftir 7-talsstiganum

Hjá teimum, ið søkja inn eftir kvotu 2 kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Undirvísingin gongur fyri seg á - og er bygd á - tilfar á føroyskum, donskum og enskum. Vit vænta tí at tey lesandi hava nøktandi førleika á hesum málum.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær grundarlag fyri starvsmøguleikum innan verkfrøði, ráðgeving og fyrisiting hjá privatum og almennum virkjum og stovnum, umframt undirvísingarmøguleikar í støddfrøði.

Framhaldandi útbúgving

Eftir at hava tikið hesa útbúgvingina hevur tú møguleika at útbúgva teg víðari á øðrum universitetum kring heimin.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: NVD-studvegl@setur.fo, ella við at venda tær til Bárð A. Niclasen, útbúgvingarleiðara fyri orkuvísindi, bardurn@setur.fo ella Gunnar Restorff, gunnarr@setur.fo ið hevur ábyrgd av støddfrøðipartinum.