3146.20 - Evnafrøði fyri orkuverkfrøðingar


Skeiðsnummar
3146.20
Heiti
Evnafrøði fyri orkuverkfrøðingar
ECTS
5
Fortreytir
B-stig í stødd-, alis- og evnafrøði
Endamál
At geva teimum lesandi førleika at gera evnafrøðiligar metingar í orku- og umhvørvissambondum.
Innihald
Loftevnislógir. Støkiometri. Grundleggjandi thermodynamikkur. Elektrokemi. Javnvágir. Bindingarteori. Colligativir eginleikar. Kinetikkur. Krystalgittar. Elektroniskar konfiguratiónir í atomum. Kemiskar bindingar. Evnafrøðiligir eginleikar hjá umboðandi grundevnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið, megnar tann lesandi: o Nýta nomnan kunnleika um ideal- og ikki-ideal-gasslógirnar o Loysa trupulleikar og uppgávur í samband við orkubroytingar i evnafrøðiligum tilgongdum o Greiða nágreiniliga frá og nýta thermodynamisku lógirnar o Lýsa og greiða frá skeiðbundnu skipanini og elektron-strukturinum í atomum o Lýsa týdningarmestu evnafrøðiligu eginleikarnar hjá grundevnunum í skeiðbundnu skipanini o Greiða frá ymsu formunum av intra- og intermýlskum evnafrøðiligum bindingum o Greiða frá og skilja millum ymsar krystallstrukturar o Meistra útrokningar í samband við ymisk konsentratiónshugtøk o Greiða frá um colligativar eginleikar so sum damptrýstlækking, kókipunktshækking, frystipunktslækking og osmotiskt trýst o Loysa ymsar uppgávur í samband við evnafrøðiligan kinetikk og evnafrøðiliga javnvág o Nágreiniliga nýta nomna speki um sýrur, basur, sýru-basu-javnvág og upploysingarjavnvág o Loysa grundleggjandi elektrokemiskar uppgávur o Lýsa stutt eginleikarnar hjá porphyrin í hemoglobin og cisplatin i livandi verum o Greiða frá náttúrligum radioaktiviteti og tíðarfesting, grundað á umgerð av radioaktivum isotopum
Próvtøkuháttur
Kravd skrivlig avrik skulu vera innlatin rættstundis, eftirmett og góðkend fyri at sleppa til próvtøku. Skrivlig 4 tíma roynd. Endaligt próvtal er eitt vektað miðaltal av próvtøkukarakteri (75%) og miðalkarakteri av innlatnum uppgávum (25).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Raymond Chang: General Chemistry The Essential Concepts 6. Edition (2011). ISBN 978-007-131368-1, pp.779 Preben Hartmann-Petersen: Almen, uorganisk og organisk kemi. 7. útgáva (1999). ISBN 87-502-0963-9, pp 396 (ljóstak verða handað)
Ábyrgd
Hóraldur Joensen