3115.19 - Innleiðandi forritan í Matlab


Skeiðsnummar
3115.19
Heiti
Innleiðandi forritan í Matlab
ECTS
5
Fortreytir
A støði í støddfrøði og kunnleiki til algebra
Endamál
Í hesum skeiði lærir tann lesandi grundleggjandi hugtøk og háttaløg innan forritan, og at gera útrokningar og egin forrit í Matlab. Tann lesandi verður førur fyri at gera smærri vælskipað forrit, royna forrit, arbeiða við ymiskum dátu-formatum og vísa úrslit grafiskt í Matlab.
Innihald
Skeiðið er grundað á venjingar. Gjøgnum venjingarnar lærir tann lesandi almenn forritanar hugtøk og fær víst góðan forritanar sið og háttaløg. Eisini lærir tann lesandi at nýta viðmerkingar sum part av forritanar-handverkinum. Venjingarnar eru grundarlagið fyri einum størri próvtøku prosjekti, ið gongur fyri seg síðsta part av skeiðinum. Í samband við prosjektið verður tann lesandi kunnaður um hvussu grundleggjandi dokumentatión og rapport skriving innan forritan.
Læru- og undirvísingarhættir
Venjingar, bólkaarbeiði , prosjekt uppgávur og innleiðandi fyrilestrar.
Læruúrtøka
Tá næmingurin hevur staðið skeiðið, skal hann kunna: - Greiða frá grundleggjandi hugtøkum innan forritan - Sniðgeva og gera forrit, ið loysa einfaldar trupulleikar ið hava áhuga innan verkfrøði - Gera brúk av brúkaraflatuni í Matlab - Innlesa data av ymiskum formati - Brúka variablar av ymiskum slagi og gera einfaldar útrokningar - Skipa kodu við nýtslu av scriptum og funktiónum - Skriva vælskipaða, viðmerkta og lesiliga kodu - Gera brúk av funktiónum frá verðandi forritanar-savni - Visualisera data og informatión grafiskt - Skriva eina tekniska rapport
Próvtøkuháttur
Próvdøming av verkætlanar rapport. Kravdar innlatingar skulu vera góðkendar fyri at sleppa til próvtøku. Rapportin verður skriva sjálvstøðugt sum partur av endaligu próvtøku prosjektinum. Forritanar parturin av próvtøku prosjektinum kann gerast í bólki av upp til trimum lesandi.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Stormy Attaway, Matlab: A Practical Introduction to Programming and Problem Solving. 3 edition. Elsevier, 2013 (or newer)