3160.19 - Orka og Inniklima fyri bygningar


Skeiðsnummar
3160.19
Heiti
Orka og Inniklima fyri bygningar
ECTS
7,5
Fortreytir
Mekanikkur, Støddfrøði 1
Endamál
At geva tí lesandi: 1) grundleggjandi vitan um orkunýtslu í bygningum við atlit til inniklima, veðurlag, klimaskerms uppbygging og tekniskar installatiónir, so sum hitaverks, sanitets og ventilatións anlegg v.m. 2) Harumfamt førleikar innan útrokning og skjal prógvan av orkukarminum hjá bygningum samt 3) grundleggjandi vitan um Føroyiska og Danska bygningskunngerðir við serligum fokus á orkunýtslu og installatiónir.
Innihald
Á skeiðinum verður undirvíst í grundleggjandi ástøði innan orku nýtslu í bygningum við atliti til rúm upphiting, útrokning av ymiskum sløgum av hita tapi, og útrokning av el-orkunýtslu til ymiskar installatiónir og ljós í bygningum. Komið verður eisini inn á krøv til termiskt inniklima og luftgóðsku. Á skeiðinum verður eisini hugt uppá uppbygging og funktión av vanligum klimaskerms komponentum og installatiónum, eins og orkukarmurin fyri ymiskar bygningar, sambært nýggju byggireglugerðini, verður gjøgnumgingið. Við nýtslu av forritinum Be15, skulu orkukarmar á bygningum skjalprógvast. Førleikar verða eftirmettir við eini skeiðsverkætlan, har tey lesandi skula skjalfesta orkukarmin á einum veruligum bygningi. Verkætlanin leggur upp til, at tey lesandi greina hvørjir møguleikar eru fyri at minka um orkunýtsluna í einum bygningi, soleiðis at Føroyska byggikunngerðin verður hildin. Eisini skal metast um hvønn týdning ymisku loysnirnar kunna hava fyri onnur viðurskifti so sum arkitektur, inniklima, brúkarar, fíggjarviðurskifti, v.m.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávu rokning, skeiðsverkætlan
Læruúrtøka
Eftir at hava tikið skeiði, kann væntast at tann lesandi kann: (Orka og Inniklima) - Greiða frá funktión og uppbygging av klimaskermskonstruktiónum og simplum installatiónum innan hitaverk, ventilatión og ljós í bygningum. - Gera hitatap útrokningar fyri bygningar. - Útgreina pláss tørv til vanligar bygnings installatiónir. - Greiða frá krøvunum til orkunýtslu í byggireglugerðini. - Greiða frá háttaløgum til gerð av orku útrokningum fyri bygningar. - Útgreina tørvin til upphiting og ventilatión út frá lógarkrøvum fyri termiskt inniklima og luftgóðsku. - Gera metingar fyri El-orkunýtslu til pumpur og ventilatorar. - Gera útrokningar fyri av orkunýtsluni fyri ein heilan bygning. - Gera heildarmetingar viðvíkjandi umhvørvisárini fyri bygningar. - Gera flukt tekniskar útrokningar fyri klimakesrms konstruktiónir. Orkukarmur fyri bygningar - Tíða og umseta verðuligar tekniskar bygningstegningar - Menna og skjalfesta orkurammu hjá bygningum við at nýta forritið Be18 - Sjálvstøðugt koma framm til fakligar rættar niðurstøður via. fakligum analysum - Umseta niðurstøður til professionella rágiving - Virka tvørfakligt í vinnuni saman við arkitektum, verkfrøðingum og entreprenørum - Vitan um lógarkrøv innan orku í Føroyska og Donsku byggilóg
Próvtøkuháttur
4 tíma skriftlig próvtøka. Loyvt er at taka skeiðstilfarið við til próvtøkuna. Uppgávur og skeiðsverkætlan skulu vera góðtiknar (staðið/ikki staði) fyri at standa skeiði.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Energi og indeklima, Forelæsningsnotat, 11141 Energi og indeklima – DTU Byg 2014
Ábyrgd
Bárður Arnsteinsson Niclasen