3161.19 - Vindorka


Skeiðsnummar
3161.19
Heiti
Vindorka
ECTS
7,5
Fortreytir
Innleiðandi orkuverkfrøði, Mekanikkur, Elektromagnetisma
Endamál
Tann lesandi far grundleggjandi fatan av: vindorkuframleiðslu, vindmyllum, staklutum á vindturbinum og teirra sín ámillum ávirkan, vind tilfeingi, hvussu elframleiðsla úr vindi ávirkar elnetið og hvørji umhvørvisárin vindorka hevur
Innihald
Innleiðsla í veskumekanikk: viðkomandi eginleikar hjá veskum, líkningar fyri orku og massavarðveitslu. Almenn innleiðsla í vindturbinir, rotorar og viðkomandi evni innan aerodynamikk, rakstur av elektromotorum ið eru drivnir av vindi, framleiðslukurvan hjá vindmyllum. Grundleggjandi vind orku veðurfrøði, serstøk vindviðurskifti og hvussu hetta ávirkar vindorkuframleiðslu á ávísari staðseting, eyðkennd viðurskifti fyri vindmyllulundir. Vindorka á elnetinum og umhvørvislig árin av vindorkuframleiðslu.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávurokning og verkætlan
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal studenturin duga at: - Greiða frá grundleggjandi viðurskiftum frá veskumekanikki ið eru viðkomandi fyri vindorku - Greiða frá hvussu vindmyllur virka og gera innleiðandi metingar um vindorkuframleiðslu - Endurgeva ávirkanina ið vindmyllur hava á elnetið - Skilja umhvørvisárin av eini vindorkuútbygging - Brúka grundleggjandi forrit fyri at meta um vindorku verkætlanir
Próvtøkuháttur
Frágreiðing frá verkætlan
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lærubók, forrit v.m. eru tøk á Moodle
Ábyrgd
Hans-Georg Bayer