1674.22 - List og modernitetur


Skeiðsnummar
1674.22
Heiti
List og modernitetur
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsprógv ella samsvarandi.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi ognar sær ástøðiligt innlit í samanhangir millum list og listahugtøk, ið knýta seg at moderniteti, t.e. broytingar og rák innan list í breiðari merking í 20. øld. Gjøgnum fyrilestrar, verkdømi og kjak lærir tann lesandi at greina list við atliti at áðurnevndu samanhangum og mennir egna fatan av viðkomandi rákum og tíðarskeiðum.
Innihald
Í skeiðnum vera høvuðsástøði í listasøguligum tíðarskeiðum í serliga 20. øld lisin og viðgjørd nærri. Umvegis tekstir, fyrilestrar og kjak veitir skeiðið eina innleiðslu í heimspekiliga, fagurfrøðiliga og ástøðiliga viðgerð av listaligari skapan innan viðkomandi hugtøk sum modernitetur, modernisma, avantgarde, avbyrging, útlegd, endurframleiðsla, urbanitetur, modernitetskritikkur, fólkaendurveking, popplist, minimalisma og postmodernisma. Týðandi tekstir og verk verða lisin og sett í samanhang. Skeiðið fevnir harumframt um framløgur og viðgerð av úrvaldum verkum, har omanfyrinevndu ástøðiligu træðrir eru knýttir og ítøkiliggjørdir.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er skipað í ein fyrilestur við verkdømum og kjaki hvørja viku. Tey lesandi skulu við skeiðsbyrjan velja sær eitt ástøðiligt evni, ið tey hava eina stutta framløgu um fyri restini av flokkinum. Harumframt skal tann lesandi lata inn eina til tvær smærri skrivligar uppgávur, har eitt ástøðiligt evni verður sett í samband við egið listaligt virki. Framløgan og skrivligu uppgávurnar telja við í virknu luttøkuni í skeiðnum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera førur fyri at: - Greiða frá høvuðsrákum innan list og modernitet - Greina grundleggjandi listaástøðilig hugtøk og teirra týdning fyri listaliga skapan - Lýsa leiklutin hjá listini í modernitetinum og meta um sambandið millum list og samfelag
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka í 30 minuttir (við 30 minuttum í fyrireikingartíð)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Knút Háberg Eysturstein