2661.18 - Sosialvísindi


Skeiðsnummar
2661.18
Heiti
Sosialvísindi
ECTS
10
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindi (2 ár) ella samsvarandi kvalifikasjónir.
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi tilognar sær vitan um og fatan av vælferðarsamfelagnum og tann sosiala geirin, bæði í ástøðiligum og empiriskum høpi.
Innihald
• Mentan, samleiki og sivilsamfelag, samspælið millum hesi og týdning tey hava fyri samfelagsliga vælferð. • Triðji sektorurin, t.e. almannagagnlig og sjálvboðin feløg og týdningin av hesum í samfelagsligu menningini. • Samspælið millum samfelagsligar broytingar og sosial viðurskifti, hetta í mun til eitt nú politikk, vinnu og sosiala integrasjón, • Vælferð, sosial organisatión og sosialt arbeiði.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið byggir á útflýggjað lestrarlista, sum verður gjøgnumgingið við fyrilestrum, kjaki og venjingum.
Læruúrtøka
Tann lesandi: • Dugir at greiða frá um høvuðsástøði innan sosialvísindi. • Dugir at greiða frá gransking av vælferðarsamfeløgum og sosialum viðurskiftum. • Megnar at strukturera, diskutera og miðlavitan um sosialvísindalig viðurskifti.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í øllum pensum. Treytin fyri at sleppa upp til munnligu próvtøkuna er, at tann lesandi hevur staði eina skrivliga uppgáu (essay) á 2.500-3-000 orð.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Umleið 800-1.000 síður
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen