2281.21 - Virkisstýring


Skeiðsnummar
2281.21
Heiti
Virkisstýring
ECTS
7,5
Fortreytir
Staðið miðnám við B støði í støddfrøði. Luttøka í skeiðinum krevur ongar fortreytir í búskaparfrøði.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teim lesandi: • Innleiðslu í virkisbúskaparlig hugtøk og mannagongdir í sambandi við avgerðargongdir innan ymisk virkisumhvørvi Fatan av praktiskari nýtslu av búskaparligum greiningum við atliti til virkisstjórnarligar avgerðargongdir
Innihald
Skeiðið lærir tey lesandi virkisbúskaparlig hugtøk, sum eru neyðug amboð í sambandi við virkisstjórnarligar avgerðargongdir, har veljast skal millum tøkar møguleikar fyri at røkka virkisendamálu(nu)m. Umrødd evni eru: ger av fíggjarætlan, virðisáseting, rakstrarkostnaðir, rakstrarpeningur, cash-flow og kapitalbygnaðir.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrartímar og venjingartímar.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi vera før fyri at skilja og vandaliga greina fylgjandi hugtøk: • Corporate Goals og Corporate Governance • Capital Budgetting og Project Analysis • Valuation of Free Cash Flow (WACC & APV) • Risk og Cost of Capital • Financial Planning og Making Investment Decisions • Corporative Debt og Working Capital • M&A og Corporative Restructuring
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við fyrireiking hvar tann lesandi hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
TBA
Ábyrgd
Mrdalo Zvonimir Pero Duro