2016.10 - Føroysk nýtíðarsøga


Skeiðsnummar
2016.10
Heiti
Føroysk nýtíðarsøga
ECTS
10
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til politisku søgu Føroya aftaná 1500 við denti á politisku søguna, yvirlit yvir týðandi gransking, sum er tøk á økinum, og grundleggjandi førleikar til at meta um dygdina á útvaldum verkum og søguligum heimildum. Tey lesandi skulu: • læra at síggja samanhangir millum fyribrigdi í nýggjari politisku søgu Føroya. • duga at meta um útvald verk/sjónarmið viðvíkjandi nýggjari politisku søgu Føroya. • vera før fyri at meta um ymiskar keldur til avmarkaði evni úr politisku søgu Føroya. • fáa eina fatan av, hvussu nýggjari føroysk søga er knýtt at umheiminum. • sjálvstøðugt megna at leggja fram og viðgera eitt ávíst evni úr politisku søgu Føroya. Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava almennan áhuga fyri føroyskari søgu.
Innihald
Tey lesandi fáa í gjøgnum skeiðið grundleggjandi kunnleika til politisku søgu Føroya aftaná 1500 og bókmentir um evnið. Hugt verður eftir útvaldum bókmentum, sum snúgva seg um modernaða føroyska søgu, og føroysk søga verður sett inn í eitt størri alevropeiskt høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er umleið 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar og kjak. Tey lesandi skulu við skeiðsbyrjan velja sær eitt evni, sum tey skulu fyrireika seg uppá at hava framløgu um fyri restina av flokkinum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka. Tann lesandi fær hálvan tíma til fyrireiking og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um eitt ávíst evni í pensum, men perspektiverandi spurningar verða eisini settir til aðrar partar av uppgivna pensum. Próvdømingin er innanseturs eftir galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
Pensum er umleið 1000 síður, harav umleið 100 síður í keldum. Syllabus: The literature used is about 1000 pages, of which about 100 pages are from historical sources.
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará