2018.11 - Grundskeið í søguvísindaligum háttalag


Skeiðsnummar
2018.11
Heiti
Grundskeið í søguvísindaligum háttalag
ECTS
10
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til søguvísindalig háttaløg. Tey lesandi skulu: • læra at arbeiða søguvísindaliga bæði ástøðiliga og í verki. • læra søguvísindaligt arbeiðslag og søguvísindaligar arbeiðshættir. • læra at meta um søguliga gransking. • læra at vanda sær um søguligar keldur. Skeiðið vendur sær eisini til fólk, sum onkursvegna arbeiða við søguligum heimildum.
Innihald
Tey lesandi fáa í gjøgnum dømi úr søgugransking, keldum og øðrum tilfari eina fatan av háttalagnum hjá søgufrøðingum. Støði verður tikið í metodubók/um um søguvísindaliga gransking, har ymisk sjónarmið verða lýst. Síðan verða kelduuppgávur gjølla gjøgnumgingnar við støði í keldukritiskum háttaløgum og ítøkiligum keldukritiskum spurningum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, kjak og venjingar. Kelduuppgávur verða gjøgnumgingnar, harav 3 uppgávur verða givnar teimum lesandi at svara uppá heima. Skeiðið verður skipað í tveir høvuðspartar. Ein ástøðiligan part og ein drúgvari venjingarpart.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein 5-daga bundin skrivlig heimauppgáva við endan á skeiðnum – (innlatingardagur fríggjadagin 13. mai 2011). Tann lesandi fær útflýggjað eina kelduuppgávu við spurningum at svara. Hjálparamboð eru loyvd. Próvdømingin er eftir 13-stiganum við uttanseturs próvdøming. Fyri at sleppa til próvtøku skal tann lesandi hava latið inn og av læraranum fingið góðkent 2 av teimum 3 oman fyri nevndu heimauppgávunum.
Lestrarlisti
Pensum er umleið 500 síður um søgulig háttaløg, umframt at eini 7-8 kelduuppgávur (haruppií eru tær 3 omanfyri nevndu) uppá umleið 30-40 síður verða gjølla lisnar og gjøgnumgingnar.
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará