2019.11 - Málpolitikkur og málrættindi


Skeiðsnummar
2019.11
Heiti
Málpolitikkur og málrættindi
ECTS
10
Endamál
At veita teimum lesandi eina grundleggjandi innføring í, hvussu samansett sambandið ímillum mál, samfelag, politikk og lóggávu er og, tá skeiðið er av, at tey lesandi hava fingið innlit í, hvussu tey sjálvi kunnu granska og greina málpolitisk og málrættindinarlig viðurskifti í ymiskum høpi/samfeløgum.
Innihald
Á skeiðinum fara vit at ganga ígjøgnum ymsar fatanir av málpolitikki og málrættindum og hvussu vit kunnu granska hesi viðurskifti empiriskt. Við støði í einari tvørvísandligari tilgongd fara vit at greina, á hvønn hátt málpolitikkur og málrættindi bæði endurspegla og eru við til at skapa ymsar samfelagsligar og politiskar støður og veruleikar. Vit fara at arbeiða við evninum bæði úr einum lokalum, nationalum og globalum konteksti.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 20 dupulttímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, bólkaarbeiði við framløgum, venjingar, kjak og vegleiðing í samband við uppgávuskriving.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við grundarlagi í 7-daga heimauppgáva (10-12 s.) um evni, ið tey lesandi velja í samráð við lærara. Innanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
Pensum: Umleið 900-1000 síður. Syllabus: 900-1000 pages. See content outline. Reading Kymlicka, Will & Patten, Alan (2003). Language Rights and Political Theory. Ricento, Thomas (2006). An Introduction to Language Policy. Theory and Method. Shohamy, Elana (2006). Language Policy: Hidden agendas and new approaches. Wright, Sue (2004). Language Policy and Language Planning. From Nationalism to Globalisation. Plus articles from various journals and chapters from various books. See content outline. Kymlick, Will & Patten, Alan (2003). Language Rights and Political Theory. Ricento, Thomas (2006). An Introduction to Language Policy. Theory and Method. Shohamy, Elana (2006). Language Policy: Hidden agendas and new approaches. Wright, Sue (2004). Language Policy and Language Planning. From Nationalism to Globalisation. Greinar v.m: Umframt bøkurnar omanfyri, skulu vit eisini nýta greinar og brot úr ymsum bókum og tíðarritum, lógartekstir og altjóða sáttmálar.
Ábyrgd
Karin Jóhanna Leitisstein Knudsen