2024.12 - Matmentan í søguligum høpi


Skeiðsnummar
2024.12
Heiti
Matmentan í søguligum høpi
ECTS
10
Endamál
Tann lesandi skal fáa grundleggjandi innlit í matmentan og alt tað, sum hevur við mat og matarhald at gera í einum mentanarligum høpi við støði í føroyskari matmentan sædda í einum breiðum siðsøguligum samanberandi høpi, fyri at tann lesandi skal fáa eina grundleggjandi fatan av teimum spurningum, sum stinga eg upp í sambandi við mat sum granskingerevni, fyri at fáa eina sjálvstøðuga tilgongd til evnið og duga at føra vísindaligt arbeiðslag við støði í øðrum høpi yvir á føroysk viðurskifti.
Innihald
Undirvísingin kemur at fevna um millum annað hesar tættir: Matur og matmentan í einum størri høpi • Matmentan, hugtøk, mállæra matsins, gransking og granskingarperspektiv • Gastronomi yvirhøvur • Matur og matarhald í søgu og siðsøgu • Matur, matgerð og kyn • Matpolitikkur – rúsdrekka og politikkur • Vald, súmbol og matur • Religión og matur • Matur og matstovur • Matur sum uppliving • Matur í fjølmiðlunum – sjónvarpskokkar. • Kókibøkur og uppskriftir • Matur og heilsa Tað globala og tað staðbundna • Úrvaldir spurningar í evropeiskari matgransking • Norðurlendsk matmentan í samanburði • Tað staðbundna og tað globala í sambandi við mat og matmentan • Føroysk matframleiðsla yvirhøvur i dag. Tradition og nýskapan. Føroysk matmentan – eitt søguligt yvirlit • Heimildir um føroyska matmentan o Tematisering og strukturering av føroyskum mati í søguligum høpi o Førleiki at føra arbeiðshátt og ástøði frá aðrari gransking um mat yvir á spurdómar í føroyskari matmentan o Tað globala og tað staðbundna o Traditionellur matur o Gerandismatur og veitslumatur o Nyskapan í mati – føroyskar matstovur o Inniløgumatur og handilsmatur • Nýtsla av føroyska matartilfeinginum o Fiskur og sjógæti o Hvalur, kópur og sjófuglur o Seyður og neyt o Mjólk og mjólkaúrdráttir o Flogfenaður og hara o Føroysk matframleiðsla til útflutnings í søguligum høpi • Konservering av mati o Turking o Salting o Royking o Køling og frysting • Úrvald evni at viðgera o Grón og bakstur o Kaka, søtmeti og omaná o Tilgjørdur matur o Fekst, ræst og turkað o Turt kjøt, skerpikjøt o Skinsakjøt o Kamsmatur o Týskir klumpar, fyltir lundar, rognaknetti o.a. o Føroyskir matrættir í úrvali o At gera mat heima gerandis o Veitslur og veitslumatur • At smakka mat og drekka o Royndir í matsmakking o Royndir í øl og vínsmakking • Sjálvvald serøki sum verða løgd fram í sambandi við venjingarnar
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, samrøður, venjingar, framløga av empiriskum eygleiðingum og essayskriving. Roknað verður við 10 lærarafyrilestrum (dupulttímum) og 10 dupulttímum til venjingar og framløgur.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan verður ein 7-daga bundin heimauppgávu. Próvdømingin er uttanseturs eftir galdandi próvtalsstiga. Ein fyritreyt fyri at sleppa til próvtøku er virkin luttøka í framløgum og venjingum og at kravd skrivlig avrit og essay eru latin inn og góðkend innanfyri tær freistir, sum ásettar verða.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi skal fyrst og fremst prógva, at hann ella hon hevur fatað tað, sum endamálið er við skeiðnum og sýna førleika til at brúka tað, sum skeiðið ber í sær í verki. Eitt úrval av hóskandi bókmentum eru tøkar til tey lesandi at lesa og kunna seg um undir lestrinum. Til endaliga próvtøkuna verður ásett eitt vegleiðandi petitum uppá umleið 1500 blaðsíður.
Ábyrgd
Jóan Pauli Joensen