2025.13 - Nationalisman í lokalum og globalum høpi


Skeiðsnummar
2025.13
Heiti
Nationalisman í lokalum og globalum høpi
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika Kravskeið á triðja ári í bachelor í søgu og politikkur um siting. Kravskeið í Hjánám í søgu. Stakskeið (gjald)
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika um nationalismuna sum søguligt og politiskt fyribrigdi í lokalum og globalum høpi við støði í teorium um nationalismu Tey lesandi skulu: • skilja nationalismuna og nationalstatin sum søgulig og politisk fyribrigdi • kenna grundleggjandi teoriir um nationalismu og nationalstat • kunna seta teoriirnar í samband við ítøkilig dømi ella empiriskt tilfar • skilja nationalismuna og týdningin, sum fyribrigdið hevur havt lokalt og globalt • skriva ritgerð um evnið við støði í empiriskum og teoretiskum reflektiónum Skeiðið vendur sær eisini til onnur, sum hava áhuga fyri ella tørv á at vita nakað um nationalismuna sum altjóða samfelagsvísindaligt fyribrigdi
Innihald
Tey lesandi skulu gjøgnum ítøkilig dømi úr heimssøguni og teoretiskum sjónarmiðum um evnið ogna sær grundleggjandi fatan av søguni hjá nationalismuni, hugtøkum og teorium, umframt vera før fyri at meta um tann týdning, sum fyribrygdið hevur havt fyri modernaða søgu, politikk, ríki og mentan. Støði verður tikið í teimum ráðandi teoriunum um evnið.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er umleið 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, kjak og venjingar umframt individuella vegleiðing í sambandi við próvtøkuritgerðina
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi kunna: • skilja nationalismuna sum søguligt og politiskt fyribrigdi • greiða frá teimum grundleggjandi hugtøkunum, sum verða brúkt innan nationalismugranskingina • kenna ymiskar teoriir viðvíkjandi framvøkstri og týdningi nationalismunar • meta um ymiskar teoriir innan nationalismugranskingina • seta nationalismuna inn í eitt heimssøguligt og heimspolitiskt høpi
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein umleið 15 síður long individuel ritgerð um eitt sjónarmið ella evni, sum undirvísarin góðkennir. Tey lesandi skulu prógva, at tey megna at handfara nationalismuna við støði í teimum málum, ið eru nevnd undir læruúrtøka/Learning outcomes. Fyri at standa próvtøkuna skal tann lesandi frammanundan hava hildið eina munnliga framløgu við støði í einum stuttum skrivligum synopsis, umframt opponera móti framløguni hjá einum av studentunum, sum hann lesur saman við
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Pensum er umleið 1000 síður, harav helvtin er felags bókmentir, meðan hin helvtin er individuel í sambandi við próvtøkuritgerðina. Saman við próvtøkuritgerðini skulu tey lesandi lata inn fullfíggjaðan bókmentalista við bibliografiskum upplýsingum, sum skal góðkennast av undirvísaranum
Ábyrgd
Elin Súsanna Jacobsen