2139.12 - Samfelagsteori


Skeiðsnummar
2139.12
Heiti
Samfelagsteori
ECTS
10
Endamál
Endamálið er at geva tí lesandi innlit í klassiska og modernaða teori um samfelagið. Talan er um at viðgera, hvussu týdningarmikil samfelagslig tema sum eitt nú økonomi, politikkur, makt, religión ella umhvørvi verða lýst samfelagsteoretiskt og í einum teorisøguligum ljósi. Við hesum er tað endamálið, at tey lesandi skulu: • duga at geva yvirlit yvir og formidla samfelagsteori • duga at lesa, viðgera og formidla úrvaldar teoretiskar tekstir • duga at seta samfelagslig hugtøk inn í ein breiðari teoretiskan samanhang, herundir at viðgera spurningar og tema uppá tvørs av vanligum fakmørkum.
Innihald
Evnið verður lýst við bæði yvirlitslitteraturi og við brúki av úrvaldum originaltekstum – bæði klassiskar og modernaðar. Evnið verður býtt upp í tema, sum verða lýst teoretiskt og teorisøguliga. Hesi tema, kunnu eitt nú vera: 1) søga, 2) økonomi, 3) makt, 4) umhvørvi, 5) religión. Undirvísarin ásetir endaligan lista yvir temu.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 10 x 3 tímar og hvørt tema verður sostatt viðgjørt yvir tveir skeiðsdagar. Undirvísingin er sett saman af fyrilestrum undirvísarans, umframt aktivari luttøku frá teimum lesandi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig individuel uppgáva, hvar eitt útvalt evni verður lýst og greinað. Uppgávan skal vera umleið 3000 orð (í mesta lagi 5000) - litteraturlisti og fótnotur ikki íroknað. Uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Pensum: Umleið 1000 síður. Approximately 1000 pages.
Ábyrgd
Gestur Hovgaard