2140.12 - Grundleggjandi fyrisitingarlóg


Skeiðsnummar
2140.12
Heiti
Grundleggjandi fyrisitingarlóg
ECTS
10
Endamál
At veita innlit í føroyska fyrisitingarlóg, serliga í tey mongu sløgini av rættarkeldum, tinglógir, dómalóg, venju hjá eitt nú umboðsmanni og kærunevndum, umframt lógkøna læru. Út frá dømum um praktiskar avbjóðingar í føroyskari fyrisiting verða tey lesandi kunnaði um mótini, har fyrisitingarligar reglur møta ætlanum og heimildum hjá stovnum og rættindum og virksemi hjá borgarum. Dentur verður lagdur á háttalag at meta um rættarstøðuna.
Innihald
I praktiskari fyrisiting á almennum stovnum verða stór krøv sett fyrisitarum, bæði lógkønum og fólki við aðrari útbúgving. Karmar eru settir í lóg, men innan hesar karmar skulu fyrisetarar leggja virki sítt til rættis. Mótvegis borgarum skal fyrisitast rætt formliga og innihaldsliga, mótvegis leiðsluni skal bæði vísast trúfesti og ráðgeving um møguleikar og avleiðingar. Fyrisiting krevur oftast at neyðugt er bæði at hava serkunnleika á ávísum tøkniligum øki og at duga at brúka fyrisitingarligar meginreglur. Skeiðið skal tí geva teimum lesandi kunnleika og amboð at greina tær ymsu skyldur og reglur, ið hvíla á fyrisitingin. Tey lesandi verða fyrireikaði til bæði at taka avgerðir og at ráðgeva í almennari fyrisiting í føroyskum høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað við saman við masterskeiði í føroyskari fyrisitingarlóg (2412.12) við framløgum frá undirvísarum og gestafyrilesarum. Skeiðið er fyrsta skeið av sínum slag – 1 GRFL (2012).
Próvtøkuháttur
Skrivlig avrik telja 1/3 av próvtalinum, tey lesandi fáa tvey høvi at skriva heimauppgávu. 4-tíma skrivlig próvtøka telur 2/3 av próvtalinum. Til próvtøkuna verður skrivað á teldum frá setrinum; loyvt at hava pensum og pensumlistar umframt atgongd til ávísar útvaldar heimasíður. Dømt verður eftir galdandi próvtalsstiga við uttanseturs próvdómara.
Lestrarlisti
Pensum: Bókin Fyrisitingarlóg (verður býtt út) og tilfarssavn. Course Materials: The book Fyrisitingarlóg (will be distributed) and collection of materials.
Ábyrgd
Kári á Rógvi