2433.14 - Løgsøga


Skeiðsnummar
2433.14
Heiti
Løgsøga
ECTS
10
Fortreytir
Bachelor prógv ella samsvarandi við nóg mikið av løgfrøði
Endamál
At veita innlit í føroyska løgsøgu (lógsøgu og rættarsøgu) – við denti á at finna og fata eldri føroyskar lógarheimildir, og hvussu rættarskipan í Føroyum er ment frá altingsskipan til skipanina í dag. Greitt verður frá sambandinum millum søgu og lóg, hvussu ymsu søguligu rákini og tíðarskeiðini síggjast aftur lóg og rættarskipan. Týðandi tíðarskeið eru landnám, savningin av norska ríkinum, einaveldið og nýskipan tess og nýggjari stríð fyri fólkaræði, sjálvræði og menning. Týdningarmikil partur av løgsøguni og týdningi hennara fyri núverandi skipanir er at skilja føroysku fjarstøðuna frá ymsu miðveldunum ið gav bæði tørv og høvi at menna egnar skipanir í mismunandi samskifti við størru skipanirnar. Føroysk siðvenjulóg er grundleggjandi at fata til tess at skilja eldri føroyska søga og nógvar av seinnu avbjóðingunum bæði at tulka lóg og at nýskipa búskap og samfelag.
Innihald
Skeiðið byrjar við at hyggja at Kongsbókini, elsta varðveitta føroyska lógasavni, og at seta hetta savn í altjóða høpi søguliga og løgfrøðiliga. Síðani verður á sama hátt tikið í ymisligar keldur, sum lýsa tíðarskeið og rák, teirra millum eru løglig heimssøga, norrøn løgsøga, gomlu sáttmálar (kongsvald í vestri), eldra einaveldið (lenstíð), upplýsta einaveldið (nýskipan og grunnarnir), fólkaræði (løgting endurskipað), fólkaræði (ávirkan og avmarkingar), seinna heimskríggj (fyribils stýrisskipan), eldra og yngra stýrisskipan, yvirtøkur og vælferðarsamfelag. Dentur verður lagdur á at taka upp ymisk høpi og hugtøk av týdningi fyri hvørt evni, eittnú løgrætta og nýmæli úr norrønum løgsiði, eins og at greiða frá bæði føroysku markatalsbygdini sum sjálvstøðugt løgdømi umframt stovnum omanfyri og hvussu allir hesir stovnar samvirkaðu. Víst verður á ítøkiligi dømi úr tingbókum og bókum hjá øðrum stovnum. Í víðari menningini verður greitt frá rákum sum tí góða einaveldinum, fysiokratismu og moderniseringshugi, og hvussu hesi rák ávirka føroyska lóg. Høvi verður eisini at taka upp samanberandi lóg, valskipanir og stýrisskipanir í Føroyum.
Læru- og undirvísingarhættir
40 tímar, harav 36 eru skipaðir í skema og aðrir eru vitjanir og serlig øvilsi. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og venjingum, umframt studentaframløgur. Serligt er skrivliga avrikið, sum skal betrast eftir framløgu.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: -Greiða frá føroyskum lógum og rættum í søguligum høpi við denti á rák og tíðarskeið. -Sýna førleikan at finna, lesa og skilja eldri løgkeldur. -Greiða frá týdninginum av samveldisstøðu í hesum høpi, hvørja ávirkan kongsvald og seinni felagsmál og altjóða lóg hava fyri føroyska løgsøgu. -Greiða frá viðkomandi tulkingarhættum og tulkingaravbjóðingum, tá ið ræður um ymisk søgulig tíðarskeið, eisini týdninginum av mennandi venju og ymsum sløgum av siðvenju. -Greiða frá grundleggjandi og serligum heimildum og rættindum stovna og borgara í Føroyum í søguligari tíð. -Greiða frá heimildum og venju hjá ymsu trætustovnunum og høvinum at nýta hesar stovnar. -Greiða frá týdninginum av broytingum í stjórnarskipanum í Noregi, Danmark og aðrastaðni fyri stovnar og skipanir í Føroyum. -Greina truplar løgfrøðiligar og heimspekiligar avbjóðingar við samanberandi háttalagi og vísandi fatan av øllum viðkomandi sløgum av lógkeldum, úr egnum løgdømi eins og grannalondum og altjóða. -Greina ta menning ið sæst ella er væntandi á ymsum økjum, har løgsøga er týðandi. -Leggja fram og føra próvgrundir við javnvág og fatan av ymsum siðsøguligum rákum, ymisligum fatanum, tulkingarrúmd og menning av ymsum løgøkjum. -Leggja fram og føra próvgrundir við fatan av praktiska týdninginum av teim ymsu tíðarskeiðunum og rákunum. -Leggja fram og føra próvgrundir við fatan av praktiska týdninginum av teim ymsu tíðarskeiðunum, siðvenjunum og mentu venjunum. -Miðla og orða vitan og framløgu fakliga og málsliga vandaliga merkt av greiðari skipan og høpi.
Próvtøkuháttur
Uttanseturs próvdøming (saman við lærarum) Skrivligt avrik telur 1/3 – avrikið skal leggjast fram í tíma og síðani eftir umrøðu betrast til endaliga meting. Munnlig próvtøka telur 2/3.
Próvdøming
Uttanhýsis
Ábyrgd
Kári á Rógvi