2622.11 - Búskapur og samfelag


Skeiðsnummar
2622.11
Heiti
Búskapur og samfelag
ECTS
10
Endamál
At menna førleikarnar hjá luttakarunum at skilja: • búskaparfrøðilig hugtøk (herí myndlar) og búskaparfrøðiligar tekstir, herundir tekstir um búskaparsøgu (íroknað teorisøgu), og búskaparpolitikk, • tann leiklut, sum búskaparlig viðurskifti hava havt í samfelagsligu umbroytingunum, serliga eftir ídnaðarkollveltingina, og • tann leiklut sum búskaparfrøði hevur í verkligum politikki.
Innihald
Skeiðið byrjar við gjøgnumgongd av teimum mest grundleggjandi hugtøkunum og myndlunum innan búskaparfrøðina; venjing verður eisini í at nýta dátugrunn Hagstovunnar. Annars er talan er um eitt skeið við fokus á sambandið millum tøkniligar-økonomiskar innovatiónir og socio-økonomiskar umbroytingar (sambandið millum produktivitet og transformatión), marknaðarstýring mótvegis inntrivsstýring, søguligu gongdina hjá búskaparfrøði, búskaparfrøði sum grundarlag fyri verkligum búskaparpolitikki, og leiklutin hjá búskaparfrøði í tvørfakligum høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum (a) fyrilestrar og dialogar, sum (b) seminar og venjingar í sambandi við munnligar framløgur við svarum til skrivliga settar spurningar/uppgávur, og (c) sum vegleiðandi royndir. Roknað verður við (a) 11 lærarafyrilestrum (dupulttímum), (b) 12 dupulttímum til seminar og venjingar, og (c) 2 dupulttímum til vegleiðandi royndir. Møtiplikt er til seminartímar har ein leiklutur er givin viðkomandi studenti, og roknað verður við 50 hjáverutímum (sum 25 dupulttímum). ECTS-krøvini rokna við 4½ tíma fyrireiking í miðal til hvønn av teimum 50 hjáverutímunum.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan verður munnlig og við fyrireikingartíð. Munnliga próvtøkan varir 20 minuttir. Fyrireikingartíðin er 40 minuttir, og atgongd er til alt tilfar undantikið internet og fartelefon. Próvdøming verður uttanseturs.
Lestrarlisti
Pensum svarar til umleið 1000 normalsíður, men ein stórur partur er kursoriskt og skal lesast selektivt við denti á at eyðmerka virðurskifti í sambandi við produktivitet, transformatión arbeiðsvirkni, og inntrivs- ella marknaðarstýring. Íroknað pensum eru búskaparhagtølini á heimsíðu hagstovunnar, ið tann lesandi skal kunna forklára og seta á talvur. Pensumlisti: Grundleggjandi hugtøk og myndlar Kureer, Henrik (2010): International økonomi, A-niveau, Systime. bind 1, 2. udgave: [Bókin, útkomin í 2010, kann keypast á heimasíðuni www.systime.dk ] Pensum er uml. 242 síður og fevnir um kapitlarnar 1-4, 9-14 og 18-21 (242 s.) Búskaparfrøði í søguligari lýsing Ólavur Christiansen: Upprit um søguástøði og búskap, SSD 2010, 14 síður ,verður úthandað (14 s.) Francis Sejersted: Historisk Introduksjon til Økonomien. Cappelens Forlag, Oslo 1988, 190 síður [bokin er útseld frá frá forlagi, mastari til kopitøku verður lagdur í kopirúmi] (190 s.) Ólavur Christiansen: Eitt kompendium til bókina “Historisk Introduksjon til Økonomien.”, 32 síður [mastari lagdur í kopirúmi] (32 s.) Rolf Petter Amdam, Haakon Gran, Svein Olav Hansen og Knut Sogner: Markedøkonomiens utvikling, 2. utgave., Fakbokforlaget, Bergen, 2006 (ella seinasta útgáva), 370 síður. Bókin kann keypast gjøgnum bókhandlarnar. (Partvíst kursoriskt og selektivt við denti á at eyðmerka virðurskifti í sambandi við produktivitet, transformatión, arbeiðsvirkni, og inntrivs- ella marknaðarstýring). Síðurnar 5-159 í bókini Jørn Astrup Hansen og Jóan Pauli Joensen: Føroyar og bankarnir í 100 ár. Føroya Banki, Tórshavn 2006. (154) Bókin var send ókeypis til øll húski Føroyum í 2006. (Verður lisin kursoriskt og selektivt við denti á at eyðmerka virðurskifti í sambandi við produktivitet, transformatión arbeiðsvirkni, og inntrivs- ella marknaðarstýring). Búskaparfrøði í verkligum politikki Seinasta frágreiðingin frá búskaparráðnum sum kann takast niður frá heimasíðu búskaparráðsins og verða skriva út í litum. Fólk frá sekretariati búskaparráðsins greiða frá. (40 síður) (Partvíst kursorist og selektivt við denti á at eyðmerkja markobúskaparlig lyklatøl [samanbering við lyklatøl í kap. 21 hjá Kureer], og virðurskifti í sambandi við produktivitet, transformatión, arbeiðsvirkni og inntrivs- ella marknaðarstýring). Brúk av heimasíðu hagstovunnar Øll búskaparlig hagtøl á dátugrunni heimasíðu hagstovunnar. (www.hagstova.fo) . literature covers about 1000 normal pages, including the use of the website of the statistical office. However, a part of the literature is cursory and should be read selectively in order to identify the connections between productivity and socio-economic transformation, concerns for the employment/unemployment situation, and the rule by the market or by interventionist policy.
Ábyrgd
Ólavur Christiansen