2808.11 - Grundskeið í stjórnmálafrøði (Stjórnmál og føroyskur politikkur).


Skeiðsnummar
2808.11
Heiti
Grundskeið í stjórnmálafrøði (Stjórnmál og føroyskur politikkur).
ECTS
10
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva studentinum innlit í føroyskan politikk og tey evni og ástøði, ið serliga verður gjørt burtur úr innan fyri stjórnmálafrøðina.
Innihald
Ástøði um statin, vald, politiskar flokkar og skipanir, umframt ideologiir, ið verða brúkt í eini stjórnmálafrøðiligari lýsing av politisku stovnunum og flokkunum seinastu øldina, og hvussu hesir eru broyttir, sum umstøðurnar eru broyttar. Í hesum sambandi verður somuleiðis lýst, hvussu politisk mentan og áhugabólkar ávirka gongdina.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar við 15 dupulttímum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka. Tann lesandi fær hálvan tíma til fyrireiking og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um eitt ávíst evni í pensum, men perspektiverandi spurningar verða eisini settir til aðrarpartar av uppgivna pensum. Próvdømingin er innanseturs eftir galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
Pensum umleið 1000 síður. Literature approximately 1000 pages.
Ábyrgd
Jógvan Mørkøre