2816.10 - Grundskeið í lóg H10


Skeiðsnummar
2816.10
Heiti
Grundskeið í lóg H10
ECTS
10
Endamál
Tey lesandi skulu ígjøgnum dømi úr lógum, kunngerðum, dómum og øðrum fáa eina fatan av háttalagnum hjá lógkønum (juristum). Við venjingum verða tey lesandi lærd sjálvi at finna á lógir og keldur í bókum, teldum og hjá stovnum.
Innihald
Skeiðið er skipað í tveir høvuðspartar. Í almenna partinum læra tey lesandi, hvussu lógkøn skipa, finna, tulka, meta saman, smíða og royna lóg. Í serliga partinum fáa tey lesandi innlit í stjórnarlóg, fyrisitingarlóg og altjóðalóg, umframt einstøk onnur evni.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 36 tímar. Lógkønir lærarar undirvísa. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar og kjak.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein 4-tíma skrivlig roynd við skeiðslok. Hjálparamboð eru loyvd. Tey lesandi skulu skriva tvær uppgávur, sum tey fáa høvi at leggja fram. Tann betra teirra telur 1/3 av próvtalinum og próvtøkuuppgávan 2/3. Próvdømingin er innanseturs eftir galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
Útvald brot úr bókini Forvaltningsrett hjá Eivind Smith. Annað tilfar, so sum dómar, úrskurðir og lógir, sum verða útflýggjað á skeiðnum. Tilsamans umleið 350 síður. Excerpts from the book “Forvaltninsrett”, Eivind Smith. Others materials, such as jugdements, decisions and laws, which will be handed out during the course. approximately 350 pp.
Ábyrgd
Kári á Rógvi