2816.13 - Grundskeið í Lóg


Skeiðsnummar
2816.13
Heiti
Grundskeið í Lóg
ECTS
10
Fortreytir
Skeiðið er fyri fólk, ið ikki eru lógkøn. Miðnámsútbúgving, hægri útbúgving ella viðkomandi royndir. Skeiðið er ætlað at vera partur av hægri útbúgvingum, har lógkunnleiki er ein fyrimunur.
Endamál
Tey lesandi skulu um dømi úr tinglógum, kunngerðum, dómum og øðrum lógkeldum fáa fatan av háttalagnum hjá lógkønum (juristum). Í venjingum skulu tey lesandi læra at finna og tulka lóg og fáa fatan av ávísum týðandi tættum í lóg.
Innihald
Skeiðið er skipað í tveir høvuðspartar. Í almenna partinum læra tey lesandi, hvussu lógkøn skipa, finna, tulka, meta saman, smíða og royna lóg. Í serliga partinum fáa tey lesandi innlit í stjórnarlóg, fyrisitingarlóg og altjóðalóg, umframt einstøk onnur evni.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 36 tímar. Lógkønir lærarar undirvísa. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar og kjak.
Læruúrtøka
Bárður Larsen og Kári á Rógvi: Fyrisitingarlóg og tilfarssavn. Tilsamans umleið 350 síður. Skeiðið er 36 tímar. Lógkønir lærarar undirvísa. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar og kjak.
Próvtøkuháttur
er ein 4-tíma skrivlig roynd við skeiðslok. Hjálparamboð eru loyvd. Tey lesandi skulu skriva tvær uppgávur, sum tey fáa høvi at leggja fram. Tann betra teirra telur 1/3 av próvtalinum og próvtøkuuppgávan 2/3. Próvdømingin er innanseturs eftir galdandi próvtalsstiga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Kári á Rógvi