2016.13 - Føroysk nýtíðarsøga


Skeiðsnummar
2016.13
Heiti
Føroysk nýtíðarsøga
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til Føroya søgu aftaná 1500 við denti á politisku søguna, yvirlit yvir týðandi gransking, sum er tøk á økinum, og grundleggjandi førleikar til at meta um dygdina á útvaldum verkum og søguligum heimildum. Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava almennan áhuga fyri føroyskari søgu.
Innihald
Tey lesandi fáa í gjøgnum skeiðið grundleggjandi kunnleika til politisku søgu Føroya aftaná 1500 og týðandi bókmentir um evnið. Hugt verður eftir útvaldum bókmentum, sum snúgva seg um modernaða føroyska søgu, og føroysk søga verður sett inn í eitt størri alevropeiskt høpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er umleið 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar og kjak. Tey lesandi skulu við skeiðsbyrjan velja sær eitt evni, sum tey skulu fyrireika seg uppá at hava framløgu um fyri restina av flokkinum.
Læruúrtøka
Læruúrtøka: Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi: kunna síggja samanhangir millum fyribrigdi í nýggjari politisku søgu Føroya. duga at meta um útvald verk/sjónarmið viðvíkjandi nýggjari politisku søgu Føroya. vera før fyri at meta um ymiskar keldur til avmarkaði evni úr politisku søgu Føroya. skilja, hvussu nýggjari føroysk søga er knýtt at umheiminum. sjálvstøðugt megna at leggja fram og viðgera eitt ávíst evni úr politisku søgu Føroya.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka. Tann lesandi fær hálvan tíma til fyrireiking og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um eitt ávíst evni í pensum, men perspektiverandi spurningar verða eisini settir til aðrar partar av uppgivna pensum. Próvdømingin er innanseturs eftir galdandi próvtalsstiga. Fyri at sleppa til próvtøku skal tann lesandi hava hildið eina framløgu (sí undir undirvísing) fyri flokkinum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Bókmentir vár 2013: Debes, Hans Jacob: Nú er tann stundin …. Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavn, 1982. Debes, Hans Jacob: Føroya søga III. Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavn, 2000. Feldbæk, Ole: De nordatlantiske øer og freden i Kiel 1814. Historisk Tidsskrift, 95. bind, 1. Hefti, Keypmannahavn, 1995. Gjelsvik, Nikolaus: Professor Gjelsvik meiner vi maa krevja skilsdom um Færøyane og Grønland. Den 17. Maj 13. juni 1923. Beretning til Landstinget afgiven i Henhold til Grundlovens § 45 nedsatte Kommission til Undersøgelse af forskellige færøske Forhold. Schultz, Keypmannahavn, 1919. Jacobsen, Jørgen-Frantz: Danmark og Færøerne. Poul Branner, Keypmannahavn, 1927. Løgtingstíðindi, Tillæg. Den overordentlige Samling I Maj Maaned. Løgtingið, Tórshavn, 1906. Parliamentary Debates. London, 1940. Patursson, Jóannes: Færøsk Politik. Alexander Brandts Forlag, Keypmannahavn, 1903. Steining, Jørgen: Rigsdagen og Færøerne. Schultz, Keypmannahavn, 1953. Sølvará, Hans Andrias: Løgtingið 150. I bind. Føroya Løgting, Tórshavn, 2002. Sølvará, Hans Andrias: Færøernes statsretlige stilling i historisk belysning. FLR, Vol. 3, Tórshavn, 2003. Sølvará, Hans Andrias: Adressumálið. Fróðskapur, Tórshavn, 2007. Sølvará, Hans Andrias: 90 ár síðan føroyingar vrakaðu Grundlógina. Dimmalætting 27. September 2010. Sølvará, Hans Andrias: Tilboðið, Alberti og danska stjórnin – ein søga um eina politiska mytu. Í Fróðskaparrit 59. bók. Fróðskapur, Tórshavn, 2011. Sørensen, Niels Arne: Storbritannien og det færøske styre 1940-45. Í Historie 1998. Århus, 1998. Thorsteinsson, Jákup: Et Færø som Færø. SNAI, Arhus, 1990. Thorsteinsson, Jákup og Rasmussen, Sjúrður: Rigsfællesskabet mellem Danmark og Færøerne. Í Folketingets Festskrift i Anledning af grundlovens 150 års jubilæum den 5. juni 1999. Keypmannahavn, 1999. Thorsteinsson, Jákup: Løgting og amtmaður 1940-1945. Í Løgtingið 150. II bind. Føroya Løgting, Tórshavn, 2002. Wang, Zakarias: Bergen-uniónin ella EF-uniónin. Stiðin, Tórshavn, 1993. Wang, Zakarias: Fólkaatkvøðan 14. september 1946. Stiðin, Hoyvík, 2010. West, John F.: Færøerne – en nation og dens historie. Gyldendal, Keypmannahavn, 1974. Wåhlin, Vagn o.a.: Mellem færøsk og dansk politik 1917-1920. SNAI, Tórshavn og Århus, 1994. Viðmerking: Sølvará, 2002 og Thorsteinsson, 2002 kunnu fáast til vega á alnótini: http://logting.elektron.fo/index.asp?id=9&lurl=Ymiskt/Soga%20Foroya%20Logtings.html/. Sølvará, 2007, kundi eg hugsað mær, at studentarnir fingu til vega sjálvir ella keyptu – kann fáast sum e-bók á Vitra fyri kr. 98. Restin verður skannað og lagt út á FirstClass stevnuna. Pensum er umleið 1000 síður, harav umleið 100 síður í keldum.
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará