2018.12 - Grundskeið í søguvísindaligum háttalag


Skeiðsnummar
2018.12
Heiti
Grundskeið í søguvísindaligum háttalag
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til søguvísindalig háttaløg. Tey lesandi skulu: • læra at arbeiða søguvísindaliga bæði ástøðiliga og í verki. • læra søguvísindaligt arbeiðslag og søguvísindaligar arbeiðshættir. • læra at meta um søguliga gransking. • læra at vanda sær um søguligar heimildir. Skeiðið vendur sær eisini til fólk, sum onkursvegna arbeiða við heimildum, t.d. miðlafólk.
Innihald
Tey lesandi skulu gjøgnum dømi úr søgugransking, keldum og øðrum tilfari fáa fatan av háttalagnum hjá søgufrøðingum. Støði verður tikið í metodubók/um um søguvísindaliga gransking, har ymisk sjónarmið verða lýst. Síðan verða kelduuppgávur gjølla gjøgnumgingnar við støði í keldukritiskum háttaløgum og ítøkiligum keldukritiskum spurningum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er umleið 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, kjak og venjingar. Kelduuppgávur verða gjøgnumgingnar, harav 3 uppgávur verða givnar teimum lesandi at svara uppá heima. Skeiðið verður skipað í tveir høvuðspartar. Ein ástøðiligan part og ein drúgvari venjingarpart, har keldur og kelduuppgávur verða viðgjørdar.
Læruúrtøka
Lærumál: Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi prógva, at tey: • duga at skilja millum ymisk sløg av søguligum heimildum • duga at seta spurningar til søguligar heimildir • duga at meta um søguligar heimildir • skilja tey grundleggjandi søguvísindaligu hugtøkini • megna at brúka søguvísindalig hugtøk uppá søguligar heimildir • duga at gagnnýta søguligar heimildir • duga at greina lutfallið millum ymisk sløg av søguligum heimildum • vera før fyri at viðgera og ítøkiliga taka støðu til eitt givið heimildargrundarlag
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein 5-daga bundin skrivlig heimauppgáva við endan á skeiðnum – (innlatingardagur fríggjadagin xxxxxx 2012). Tann lesandi fær útflýggjað eina kelduuppgávu við givnum spurningum at svara. Hjálparamboð eru loyvd. Próvdømingin er eftir galdandi próvtalsstiga við uttanseturs próvdøming. Fyri at sleppa til próvtøku skal tann lesandi hava latið inn og fingið góðkent minst 2 av teimum 3 oman fyri nevndu heimauppgávunum.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Pensum er umleið 500 síður um søgulig háttaløg, umframt at 5-7 kelduuppgávur (haruppií eru tær 3 omanfyri nevndu) uppá 30-40 síður verða gjølla lisnar og gjøgnumgingnar.
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará