2026.13 - Bachelorritgerð í samfelagsvísindum (Sosialvísindi og samfelagsplanlegging)


Skeiðsnummar
2026.13
Heiti
Bachelorritgerð í samfelagsvísindum (Sosialvísindi og samfelagsplanlegging)
ECTS
20
Fortreytir
Hin lesandi skal hava staðið allar bundnar uppgávur á bachelorstigi, áðrenn bachelorritgerðin kann próvdømast.
Endamál
Endalig uppgáva (projekt) til bachelor.
Innihald
Sjálvvalt evni innan karmarnar av øðrum ella báðum fakøkjunum: sosialvísind og samfelagsplanlegging. Evnið skal góðkennast av vegleiðara/lestrarleiðara.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing.
Læruúrtøka
Við bacheloruppgávuni megnar tann lesandi:  Greitt og sannførandi at argumentera fyri problemfelti, problemformulering og problemstilling.  Argumentasjón fyri sínum vali av teori og metodu í projektinum, umframt at føra fram eina greiða ætlan fyri skipan og gjøgnumførslu av uppgávuni.  Brúk av útvaldum hugtøkum, teori og metodu til at arbeiða fram eitt egið projekt, tvs vísa eginleikar at taka kvalifiseraði og kritisk val av teori og metodu, hetta í mun til problemformulering og problemstilling.  Dokumentasjón fyri at savna inn og kritiskt arbeiða við einum fyri problemstillingina relevantum faklitteraturi.  Eginleikar at strukturera egið arbeiði og úrslit í eini samanhangandi og systematiskari projektrapport, og á hesum grundarlagi taka fram viðkomandi og grundaðar niðurstøður og perspektiveringar.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í bachelorritgerðini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Samsvarar litteraturlista í bachelorritgerðini. (The bibliography used for the Bachelor Thesis.)
Ábyrgd
Gestur Hovgaard