2112.11 - Grundskeið í vísindateori


Skeiðsnummar
2112.11
Heiti
Grundskeið í vísindateori
ECTS
10
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til almenn vísindaástøði við serligum denti á tað, sum hevur størstan týdning fyri søguvísindaliga, mentanarfrøðiliga og samfelagsfrøðiliga gransking. Tey lesandi skulu: • kenna vísindaástøðiligar støður og spurningar, sum hava týdning í vísindaligum orðaskifti um søgu og samfelag. • kenna innihald, háttaløg og menningarleiðir hjá søgu- og samfelagsfakunum. • fáa eina fatan av, hvussu skyldar vísindagreinir arbeiða. Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava almennan áhuga í vísindaástøðiligum spurningum.
Innihald
Tey lesandi fáa í gjøgnum skeiðið kunnleika til almenn vísindaástøði, søguna hjá søgu- og samfelagsfakunum umframt førleika til at meta um ymisk vísindaástøði og hvussu vísindaástøðilig sjónarmið hava ávirkað og ávirka granskingina innan tey ymisku fakini.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur og kjak. Skeiðið verður skipað í tveir høvuðspartar. Ein almennan part um vísindaástøði, og ein serstakan part, sum tekur meira atlit at teimum søgu- og samfelagsfrøðiligu fakunum.
Próvtøkuháttur
Óbundin 14 daga skrivlig heimauppgáva á 10-15 síður við endan á skeiðnum. Tann lesandi ger í samráð við læraran evnis- og endamálsorðing, sum hann arbeiðir út frá. Hjálparamboð eru loyvd. Próvdømingin er innanseturs og verður mett staðið/ikki-staðið. Fyri at sleppa til próvtøku á henda hátt skal tann lesandi í minsta lagi hava havt eina framløgu fyri flokkinum og hava møtt til 75% av tímunum. Lýkur tann lesandi ikki hesar treytir, skal hann harumframt til munnliga próvtøku í øllum pensum, eisini mett staðið/ikki-staðið. Studenturin hevur í hesum førum ikki staðið royndina, um hann ikki stendur báðar royndirnar.
Lestrarlisti
Pensum er umleið 1000 síður, umleið helvtin skal lesast í sambandi við uppgávuna.Bókmentir: Collingwood, R. G.: History and Reenactment of Past Experience. Í Patrick Gardiner (ritstj.): Theories of History. The Free Press, New York, 1967. Foucault, Michel: Ordene og Tingene. En arkæologisk undersøgelse af videnskaberne om mennesket. Spektrum, København, 1999. Fuglsang, Lars og Poul Bitsch Olsen (ritstj.): Videnskabsteori i samfundsvidenskaberne. På tværs af fagkulturer og paradigmer. Roskilde Universitetsforlag, Roskilde, 2004. Hempel, Carl G.: The Funcktion of General Laws in History. Í Patrick Gardiner (ritstj.): Theories of History. The Free Press, New York, 1967. Horkheimer, Max og Adorno, Theodor W.: Oplysningens Dialektik. Filosofiske fragmenter. Samlerens Bogklub, København, 1993. Kjørup, Søren: Menneskevidenskaberne. Problemer og traditioner i humanioras videnskabsteori. Roskilde Universitetsforlag, Roskilde, 2000. Kuhn, Thomas: Normalitet og revolition. Í Peter Kemp (ritstj.): Temaer i nutidens tænkning – Filosofiske, etiske og teologiske tekster i udvalg. Gyldendal, København, 1975. Marx, Karl & Engels, Friedrich: Feuerbachteser og uddrag af Den tyske ideologi. Í Johs. Witt Hansen (ritstj.): De Store Tænkere. Rosaninte, København, 2000. Popper, Karl R.: Kritisk rationalisme. Udvalgte Essays om videnskab og samfund. Arnold Busck, København, 1996. Sølvará, Hans Andrias: Vald, vitan og framburður í verkinum hjá Michel Foucault. Í Turið Sigurðardóttir (ritstj.): Modernaðir Teoretikarar. Fróðskapur, Tórshavn, 2005. Sølvará, Hans Andrias: Kassarnir hjá West. Nakrar hugleiðingar um søgugransking og vísindi. Í Andras Mortensen (ritstj.): Fólkaleikur. Fróðskapur, Tórshavn, 2005a. Thomson, E. P.: The Making of the English Working Class. Penguin, London, 1974. Troelsen, Bjarne: Moralen og dens begrundelse. Filosofiske tekster. Systime, København, 1995. Weber, Max: Makt og byråkrati. Gyldendal Norsk Forlag, Oslo, 1992. About 1000 pages, half of which to be read in connection with the examination .
Ábyrgd
Hans Andrias Sølvará