2135.13 - Samfelagsvísindi sum tvørvísindi


Skeiðsnummar
2135.13
Heiti
Samfelagsvísindi sum tvørvísindi
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika
Endamál
At geva teimum lesandi eina grundleggjandi fatan av, hvat tað merkir at arbeiða samfelagsvísindaliga, herundir serliga týdningin av og hvat tvørvísindaligt arbeiði er.
Innihald
Skeiðið viðger samfelagsfrøðiliga søgu og vísindateori. Fokus kemur at liggja á kjarnuspurningum innan samfelagsfrøðina um, hvat vitan og læring er, og hvørjar serligar avbjóðingar liggja í at arbeiða tvørvísindaligt. Skeiðið kann býtast upp í 3 evnisøki: a) søgulig innføring í menningina av samfelagsvísind, b) vísindateoretiskir spurningar, og b) projektgrundað tvørvísindalig samfelagsvísind.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið fer fram í fyrilestrum - 10 fyrilestrar á 1,5 dupultíma, íalt 30 tímar.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er munnlig, og fer fram í bólkum við støði í felags heimauppgávu. Heimauppgávan skal verða áleið 10-15 normalsíður. Dømingin er individuel. Alt pensum telur við í próvdømingini. Innanhýsis próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Pensum: 700 síður, umframt eyka tilfar ísv projektskriving. Hviid Jacobsen, M., K. Lippert-Rasmussen og P. Nedergaard (red.). 2010. Videnskabsteori i statskundskab, sosiologi og forvaltning. Hans Reitzels Forlag. København. (tal av síðum 445) Flyvbjerg, Bent. 2009. Samfundsvidenskab der virker. Akademisk Forlag. København (ensk útgáva: Making Social Science Matter. Why sosial inquiery fails and how it can succed aganin, 2001). (tal av síðum 241) Fuglsang, Lars og Poul Bitsch Olsen. Introduktion, s. 7-51 í Fuglsang, Lars og Poul Bitsch Olsen (red.). 2009. Videnskabsteori i samfundsvidenskaberne. Roskilde Universsitetsforlag. Fredriksberg. Olsen, Poul Birtsch. Efterord, s. 547-563 í Fuglsang, Lars og Poul Bitsch Olsen (red.). 2009. Videnskabsteori i samfundsvidenskaberne. Roskilde Universsitetsforlag. Fredriksberg. Wallerstein, Immanuel m.fl. (1999). Luk samfundsvidenskaberne op! Roskilde Universitetsforlag. Fredriksberg.
Ábyrgd
Rúna Hjelm