2137.11 - Problemorienterað projektarbeiði


Skeiðsnummar
2137.11
Heiti
Problemorienterað projektarbeiði
ECTS
10
Endamál
At geva teimum lesandi ein grundleggjandi førleika at arbeiða við problemorienteraðum og tvørvísindaligum projektum, og soleiðis fremja sjálvstøðuga samfelagsvísindaliga innlæring.
Innihald
Evnið er sjálvvalt, har tann lesandi sjálvur, ella í bólki, arbeiðir fram problemformulering, og framleiðir eitt tvørvísindaligt projekt. Endamálið er at læra handverkið at orða problemstilling og problemformulering, at analysera eitt problem og koma fram til greiðar niðurstøður gjøgnum sjálvstøðugt og kritiskt at nýta samfelagsligar teoriir og metodur. Arbeitt verður fram ein projektrapport, sum inniheldur nevndu dimensjónir.
Læru- og undirvísingarhættir
Hildnir verða 3 dupulttímar, har projektarbeiðið verður sett í gongd. Einstøku bólkarnir fáa síðani vegleiðing eftir tørvi til at gjøgnumføra sítt arbeiði.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er munnlig og fer fram í bólkum við støði í projektinum. Dømingin er individuel. Uttanseturspróvdøming eftir galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
Pensum er litteraturlistin viðlagdur í projektinum, millum 600 og 1000 síður. Syllabus: List of content in the project, approximately 600 to 1000 pages.
Ábyrgd
Gestur Hovgaard