2143.13 - Politisk hugsan


Skeiðsnummar
2143.13
Heiti
Politisk hugsan
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki.
Endamál
Endamálið er at geva teimum lesandi eitt innlit í og yvirlit yvir politiska hugsan síðan Platon og fram til í dag.
Innihald
Hvussu er frægast at inrætta samfelagið? Hvat er fyrimunurin við einari demokratiskari skipan í mun til eitt nú einaveldi? Platon var skeptiskur yvir fyri báðum, og Churchill helt speiskur, at demokratiska skipanin er tann ringasta av øllum undantikið allar aðrar stýrisskipanir, sum hava verið royndar upp gjøgnum tíðina. Spurningurin um, hvussu frægast er at skipa seg, hevur upptikið heimspekingar yvir 2500 ár. Vit liva í einum heimi við nógvum politiskum skipanum, og spurningurin vil helst stinga seg upp, so leingi menniskju liva saman í felagsskapi. Í hesum skeiði verður greitt frá, hvørjir høvuðspersónarnir í politiskari hugsan hava verið upp gjøgnum søguna framm til í dag. Nakrir av av teimum teoretikarunum, sum verða lýstir, eru Platon, Aristotles, Lock, Hobbs og Rawls (undirvísarin ger endaligan lista).
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 15x2 tímar. Undirvísingin er sett saman av fyrilestrum undirvísarans, umframt aktivari luttøku frá teimum lesandi.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við 30 min. fyrireikingartíð. Pensum, egnar notur, og annað tilfar frá undirvísingini er loyvt at hava við í fyrireikingarhølið. Uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalastiga.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Pensum: Max 800 síður. Curtis, Michael (2008a), Great Political Theories V.1: A Comprehensive Selection of the Crucial Ideas in Political Philosophy from the Greeks to the Enlightenment (HarperCollins). --- (2008b), Great Political Theories V.2: A Comprehensive Selection of the Crucial Ideas in Political Philosophy from the French Revolution to Modern Times (HarperCollins).
Ábyrgd
Jógvan Dalbø Hansen