2661.12 - Sosialvísindi


Skeiðsnummar
2661.12
Heiti
Sosialvísindi
ECTS
10
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindi (2 ár) ella samsvarandi kvalifikasjónir
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi tilognar sær vitan um og forstáilsi fyri menningina av vælferð, vælferðarsamfelagi og tann sosiala sektorin í breiðum týdningi, hetta í søguligum og komparativum perspektivi, í teoretiskt grundaðum forstáilsi og samanhangi, umframt innlit í metodur innan gransking av vælferð og vælferðarsamfeløgum.
Innihald
 Vitan um vælferð, vælferðarskipanir, vælferðartænastur og sosialt arbeiði, hetta í nútíðar, søguligum og komparativum perspektivi.  Vitan um “triðja sektorin”, tvs om almannagagnligar og frívilligar organisasjónir, teirra menning og týdning í samfelagsligu menningini.  Vitan um samanspælið millum strukturellar samfelagsligar broytingar og “tað sosiala”, hetta í mun til eitt nú politikk, økonomi og vinnu, sosiala integrasjón og differentiering, arbeiðsmarknaðarviðurskifti, sivilsamfelag, kyn og makt.  Vitan um mentan, identitet og sivilsamfelag, teirra samanspæl og týdning fyri sosiala og samfelagsliga vælferð.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið byggir á útflýggjað pensum, sum verður gjøgnumgingið við fyrilestrum, kjaki og venjingum. Harumframt skriva tey lesandi – antin sjálvi ella í bólki – eitt problemorienterað projekt við støði í einum sosialvísindaligum evni. Í projektinum skulu tey lesandi sjálvstøðugt finna fram relevantan litteratur, sum eisini inngongur í pensum. Tillutað verður ein vegleiðari, sum eisini skal góðkenna val av projekttema. Projektið til hetta tema kann integrerast við projektið í skeiðnum
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi:  greiða frá sentralum teorium innan sosialvísindi.  greiða frá søguligu menningini av vælferðarsamfeløgum og sosiala sektorinum.  greiða frá metodum innan gransking av vælferðarsamfeløgum og sosialum viðurskiftum.  strukturera, diskutera og formidla vitan um sosialvísindalig viðurskifti.  Evna sjálvstøðuga problematisering og problemavmarking, sjálvstøðuga datainnsavnan, umframt at umseta teoretiska/metodiska vitan til praktiskt nýtiligan kunnl
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í innlatnum projekti, har bæði projektarbeiðið og útflýggjaður pensumlisti eru próvtøkugrundarlag.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Útflýggjaður lestrarlisti, sum eisini er til taks á Søgu- og samfelagsdeildini. Harumframt lestrartilfar tey lesandi sjálvstøðugt nýta í egnum projekti.
Ábyrgd
Gestur Hovgaard