2662.12 - Samfelagsplanlegging


Skeiðsnummar
2662.12
Heiti
Samfelagsplanlegging
ECTS
10
Fortreytir
Grundstøði í samfelagsvísindi (2 ár) ella samsvarandi kvalifikasjó
Endamál
Endamálið er, at tann lesandi tilognar sær vitan um og forstáilsi fyri samfelagsplanlegging í breiðum týdningi, tvs. um tey sjónarhorn og tær tilgongdir (prosessir) sum stuðla undir tilætlaða samfelagsliga menning, virði og avgerðir, umframt um livikor og sosialt burðardygg vilkor hjá samfelagsbólkum og –eindum. Hetta í søguligum og komparativum perspektivi, í teoretiskt grundaðum forstáilsi og samanhangi, umframt innlit í metodur innan gransking av samfelagsplanlegging.
Innihald
 Vitan um, hvussu planlegging inngongur sum ein nátúrligur partur av samfelagsligu stýringini, harímillum sum demokratiskt reiðskap í bý- og bústaðarplanlegging, umframt í kommunalari, lokalari og regionalari menning.  Vitan um, hvussu planlegging inngongur sum partur av mentan, vinnu og dagligdegi á bygd og bý, hetta í einum komparativum og rúmligum (lokalum-globalum) spenningsfelti.  Teori um samanspælið millum strukturellar samfelagsligar broytingar og almennan politikk, hetta í mun til eitt nú demokratiska luttøku, sosiala mobilisering, teknologi, kyn og makt.  Metodur innan gransking av samfelagsplanlegging.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið byggir á útflýggjað pensum, sum verður gjøgnumgingið við yrilestrum, kjaki og venjingum. Harumframt skriva tey lesandi – antin sjálvi ella í bólki – eitt problemorienterað projekt við støði í einum planleggingarevni. Í projektinum skulu tey lesandi sjálvstøðugt finna fram relevantan litteratur, sum eisini inngongur í pensum. Tillutað verður ein vegleiðari, sum eisini skal góðkenna val av projekttema. Projektið til hetta tema kann integrerast við projektið í skeiðnum sosisalvísind.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal tann lesandi:  greiða frá um sentralar teoriir innan planlegging.  greiða frá søguligu menningini av planlegging sum fakøki.  greiða frá metodum innan gransking av planleggingarviðurskifti.  strukturera, diskutera, umframt formidla vitan um planleggingarviðurskifti.  Evna sjálvstøðuga problematisering og problemavmarking, sjálvstøðuga datainnsavnan, umframt at umseta teoretiska/metodiska vitan til praktiskt nýtiligan kunnleika.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í innlatnum projekti, har bæði projektarbeiðið og útflýggjaður pensumlisti eru próvtøkugrundarlag.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Útflýggjaður lestrarlisti, sum eisini er til taks á Søgu- og samfelagsdeildini. Harumframt lestrartilfar tey lesandi sjálvstøðugt nýta í egnum projekti.
Ábyrgd
Gestur Hovgaard