2809.13b - Komparativur politikkur


Skeiðsnummar
2809.13b
Heiti
Komparativur politikkur
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava staðið samfelagsliga støðisnámi á Søgu- og samfelagsdeildini ella samsvarandi førleika. Kravskeið á bachelor í stjórnmálafrøði.
Endamál
Endamálið er at geva tí lesandi innlit í komparativan politikk og gera tann lesandi føran fyri at kunna seta politisk evni, sum t.d. demokrati, korruption, fátækradømi og vælferð inn í ein størri komparativan samanhang. Tey lesandi skulu: • hava hollan kunnleika til politisk viðurskifti í øðrum londum • duga at seta politisk evni inn í ein komparativan samanhang, herundir at viðgera spurningar og tema út frá teimum tilgongdum (teori og metodum), sum tey hava lært í skeiðnum.
Innihald
Evni: Komparativur politikkur verður í hesum skeiðnum lýstur við hugtøkum um politisk áhugamál (interests), politiskar skipanir (institutions) og tjóðskaparligan identitet (identity). Lond sum verða viðgjørd og lýst eru millum annað Stórabretland, Frakland, Russland og Kina (undirvísarin avger endaligan lista).
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísing: Skeiðið er 15 x 2 tímar. Undirvísingin er sett saman av fyrilestrum undirvísarans, møguligum gestalærarum, umframt aktivari luttøku frá teimum lesandi.
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu: • hava hollan kunnleika til politisk viðurskifti í øðrum londum • duga at seta politisk evni inn í ein komparativan samanhang, herundir at viðgera spurningar og tema út frá teimum tilgongdum (teori og metodum), sum tey hava lært í skeiðnum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við 30 min. fyrireikingartíð. Loyvt er at hava pensum og egnar notur við inn í fyrireikingarhølið. Uttanseturs próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Pensum: Max. 1000 síður.
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen