2823.14 - Kvantitativ háttaløg og hagfrøði


Skeiðsnummar
2823.14
Heiti
Kvantitativ háttaløg og hagfrøði
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava staðið støðisútbúgvingina á Søgu- og Samfelagsdeildini, ella samsvarandi førleika.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva tí lesandi eitt yvirlit yvir og innlit í tey vanligastu kvantitativu háttaløgini, herundir lýsandi (descriptive) og útleiðandi (inferential) hagfrøði, sum verða nýtt innan samfelagsfrøði, og at menna praktisku førleikarnar hjá tí lesandi at nýta hesi háttaløg í einari greining.
Innihald
Skeiðið er býtt upp í tveir høvuðspartar: A) Innsavnan og skipan av data, hvar undirvíst verður í, hvussu ein kann savna saman kvantitativ data og hvussu data kunnu setast upp, soleiðis at sum mest av informatiónsvirði fæst upp á einfaldasta máta. Í hesum partinum verður dentur lagdur á desriptiva hagfrøði. B) Greining av data, har undirvíst verður í, hvussu ein kann brúka ymiskar greiningarhættir til at greina samanhangir millum teir ymsu variablarnar í datasettinum. Í hesum partinum verður dentur lagdur á inferentiella hagfrøði.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið (30 tímar til samans) er sett saman av fyrilestrum undirvísarans, praktiskum venjingum við instruktión og heimauppgávum. Av tí at tað ikki ber so væl til bara at lesa seg til teir førleikar, sum miðað verður ímóti at menna á hesum skeiði, verður dentur lagdur á, at tann lesandi umframt at lesa og seta seg inn í pensum til hvønn skeiðsgang eisini er til staðar í sjálvari undirvísingini og luttekur virkið í øllum venjingum. Dentur verður lagdur á, at tann lesandi fær ment sínar praktisku førleikar í hesum háttaløgum og tey lesandi koma tí at gera praktiskar venjingar sum part av undirvísingini. Eisini verða heimauppgávur, har ið tey lesandi í verki skulu royna tað, sum tey hava lært.
Læruúrtøka
Við skeiðsenda skulu tey lesandi duga: A) At savna kvantitativ data saman í sambandi við ein spurdóm, at skipa hesi data upp á ein einfaldan og informativan máta (í talvur, grafar, lagkøkudiagramm, stabbadiagramm), at lýsa býtið í einum datasetti og duga at gera eitt indeks. B) At greina data við einari regresiónsgreining, gera eina chi í øðrum test og við hesum amboðum duga at próvføra fyri møguligum samanhangum ímillum variablar í einum datasetti.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í skrivligari uppgávu, har ið háttaløg til innsavnan, skipan og greining av data, sum tey hava lært á skeiðinum, verða nýtt til at svara einum spurdómi, sum tey lesandi saman við undirvísaranum hava sett. Fyri at kunna fara upp til próvtøku skal tann lesandi hava møtt upp 80% av tímunum og hava staðið allar heimauppgávurnar. Undirvísarin dømir heimauppgávurnar staðið/ikki staðið.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Í mesta lagi 500 síður umframt tilfar, sum undirvísarin hevur útflýggjað.
Ábyrgd
Jens Christian Svabo Justinussen