2017.13 - Grundskeið í sosiologi


Skeiðsnummar
2017.13
Heiti
Grundskeið í sosiologi
ECTS
10
Fortreytir
Miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleiki
Endamál
Endamálið er at geva studentunum eitt innlit í og yvirlit yvir sosiologisk hugtøk og ástøði. Tey lesandi tilogna sær sosiologisk lyklahugtøk og læra at brúka hesi hugtøk til at greina viðkomandi sosiologisk evni.
Innihald
Dentur verður lagdur á at skilja sosiologisk hugtøk, sum t.d. dømis rationalisering, differentiering, kyn, makt og konformitet og risiko, og hvussu teir ymsu ástøðingarnir brúka tey. Evnini verða so vítt møguligt sett inn í ein føroyskan samanhang og lýst við føroyskum dømum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er 15 dupulttímar. Undirvísingin er sett saman av fyrilestrum og aktivari luttøku frá teimum lesandi.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við grundarlagi í skrivligari uppgávu um viðkomandi evni, sum verður lýst og greinað út frá sosiologiskum hugtøkum. Evni verður valt í samráð við undirvísara. Uppgávan skal vera max. 5000 orð. Innanhýsis próvdøming eftir galdandi próvtalastiga.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Pensum: Umleið 1000 síður. Lærubók: Anthony Giddens Sociology, 6th edition, Polity Press 2009.ISBN-13: 978-0745643588.
Ábyrgd
Bjørg Jacobsen