2020.12 - Eldri føroysk søga (Norðurlendsk og føroysk søga í víkingaøld og miðøld)


Skeiðsnummar
2020.12
Heiti
Eldri føroysk søga (Norðurlendsk og føroysk søga í víkingaøld og miðøld)
ECTS
10
Fortreytir
Tey lesandi skulu hava miðnámsútbúgving ella samsvarandi førleika.
Endamál
At veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til eldru søgu Føroya og fyritreytirnar fyri søguligu gongdini, yvirlit yvir týðandi gransking, sum er tøk á økinum, og grundleggjandi førleikar til at meta um dygdina á útvaldum verkum og søguligum heimildum. Tey lesandi skulu: • læra at síggja samanhangir millum fyribrigdi í eldru søgu Føroya og søgulig viðurskifti í grannalondum landsins. • duga at meta um útvald verk/sjónarmið á økinum. • vera før fyri at meta um ymiskar keldur til avmarkaði evni á økinum. • sjálvstøðugt megna at leggja fram og viðgera eitt ávíst evni á økinum. Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava almennan áhuga fyri eldri søgu í norðurlondum við serligum denti á Føroyar.
Innihald
Tey lesandi fáa í gjøgnum skeiðið grundleggjandi kunnleika til søgu Føroya í elstu tíðum, sambandið millum søguligu gongdina við søgulig viðurskifti í grannalondunum og bókmentir um evnið.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið er umleið 30 tímar. Undirvísingin verður skipað sum fyrilestrar, framløgur, venjingar og kjak. Tey lesandi skulu við skeiðsbyrjan velja sær eitt evni, sum tey skulu fyrireika seg uppá at hava framløgu um fyri restina av flokkinum.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka. Tann lesandi fær hálvan tíma til fyrireiking og hevur loyvi at hava pensum og annað tilfar frá undirvísingini við í fyrireikingarhølið. Próvtøkuspurningurin er um eitt ávíst evni í pensum, men perspektiverandi spurningar verða eisini settir til aðrar partar av uppgivna pensum. Próvdømingin er uttanseturs eftir galdandi próvtalsstiga.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Pensum er umleið 1000 síður, harav umleið 100 síður í keldum.
Ábyrgd
Kári Jespersen