2026.14 - Bacheloruppgáva í sosialvísind og samfelagsplanlegging


Skeiðsnummar
2026.14
Heiti
Bacheloruppgáva í sosialvísind og samfelagsplanlegging
ECTS
20
Fortreytir
Allar bundnar uppgávur á BA-stigi skulu verða góðkendar, áðrenn bacheloruppgávan kann próvdømast.
Endamál
Endalig uppgáva (projekt) til BA.
Innihald
 Sjálvvalt evni innan karmanar av øðrum ella báðum fakøkjunum: sosialvísind og samfelagsplanlegging. Evnið skal góðkennast av vegleiðara/lestrarleiðara.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing.
Læruúrtøka
Við bacheloruppgávuni megnar tann lesandi:  Greitt og sannførandi at argumentera fyri problemfelti, problemformulering og problemstilling.  Argumentasjón fyri sínum vali av teori og metodu í projektinum, umframt at føra fram eina greiða ætlan fyri skipan og gjøgnumførslu av uppgávuni.  Brúk av útvaldum hugtøkum, teori og metodu til at arbeiða fram eitt egið projekt, tvs vísa eginleikar at taka kvalifiseraði og kritisk val av teori og metodu, hetta í mun til problemformulering og problemstilling.  Dokumentasjón fyri at savna inn og kritiskt arbeiða við einum fyri problemstillingina relevantum faklitteraturi.  Eginleikar at strukturera egið arbeiði og úrslit í eini samanhangandi og systematiskari projektrapport, og á hesum grundarlagi taka fram viðkomandi og grundaðar niðurstøður og perspektiveringar.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við støði í bacheloruppgávuni.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
Samsvarar litteraturlista í bacheloruppgávuni.
Ábyrgd
Gestur Hovgaard