2134.10 - Samfelagsvísindalig háttaløg og projektskriving


Skeiðsnummar
2134.10
Heiti
Samfelagsvísindalig háttaløg og projektskriving
ECTS
10
Endamál
At geva teimum lesandi eitt innlit í metodur, sum verða nýttar í samfelagsfrøði og tilogna sær royndir at brúka hesar í verki.
Innihald
Dentur verður lagdur á, at tey lesandi: a) fáa eitt vísindateoretiskt grundstøði kring kanningarhættir og projektskriving, b) sjálvstøðugt problematisera, innsavna og viðgerða data, og c) læra hvussu eitt projekt verður skrivað. Tey lesandi fáa gjøgnum fyrilestrar fyrsta breiða innlitið í metodulæru. Dentur verður síðani lagdur á at læra kvantitativa metodu og projektskriving. Hetta sæst serligani aftur í, at tey lesandi í bólkum gera eina kanning um ávist evni, og á hesum grundarlagi skriva eitt projekt (8-10 síður). Tey lesandi fáa sostatt bæði eitt generelt innlit í metodu, umframt eina læring í at brúka hetta handverk í praksis, eitt nú problemorðingar, gerð av spurnabløðum, innsavning av data og viðgerð av hesum í dataforriti, umframt formidling av hesum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og bólkaverkætlan (bólkaarbeiði og uppgávuskriving).
Próvtøkuháttur
Próvtøkan fer fram í bólkum, men dømingin er individuel. Grundarlag undir próvtøkuni eru tey bólkaprojekt (8-10 síður), gjørd verða gjøgnum skeiðið, pensum og framløgur/eksaminasjón. Fyri at standa skeiðið, skulu bæði bólkauppgávan og heimauppgávan vera góðkend. Innanhýsis próvdøming eftir galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
: The literature used is about 600 pages. 1) Dag I Jacobsen: Hvordan gjennomføre undersøkelser. Innføring i samfunnsvitenskapelig metode. 2) Kristine Enger: NSDstat for Windows. Introduksjonshefte, Innføring i bruk av programmet. 3) Lotte Rienecker, Peter Stray Jørgensen: Den gode opgave. Samfundslitteratur 2005.
Ábyrgd
Gestur Hovgaard